Aðalfundurin hjá NSÍ verður mikudagin 28. februar 2018
Fundurin byrjar kl. 19.30 í kantinuni í skúlanum við Løkin.
Skráin verður sambært lógum felagsins.
Sí viðtøkur felagsins niðanfyri:
Fundarskrá
§ 8.
Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá:
Val av fundarstjóra.
Val av skrivara.
Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár.
Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar.
Formansfrágreiðing (Fótbóltsnevnd) fyri undanfari ár.
Møgulig uppskot frá nevndini.
Innkomin uppskot.
Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum.
Val av fótbóltsnevnd við tiltakslimum.
Ymiskt
Fundarstjórn
§ 9.
Fundarstjórin stjórnar ársaðalfundinum og skipar fyri at førd verður gerðabók.
Nevndir
§ 10.
Á ársaðalfundinum verða hesar nevndir valdar:
Starvsnevnd
Fótbóltsnevnd
Ad. 1. Í Starvsnevnd verða valdir 5 limir, harumframt skulu veljast 2 eykalimir
Ad. 2. Í fótbóltsevnd verða valdir 5 limir, harumframt verða valdir 2 eykalimir
Starvsnevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og nevndarlimi.
Fótbóltsnevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og nevndarlimi.
Nevndirnar hava fund so ofta sum formennirnir halda tað verða neyðugt, ella tá ið 2 nevndarlimir ynskja tað.
Vinarliga
Starvsnevndin & Fótbóltsnevndin (Ungdómsnevndin) hjá NSÍ