Venjingin hjá børnum undir skúlaaldur byrjar týsdagin 26. apríl

Venjingin hjá børnum – dreingjum og gentum, undir skúlaaldur byrjar týsdagin kl 16.00 við Løkin.`Sonja Steinholm og Rakul Petersen koma at taka sær av venjingini hjá børnunum.

Hendan fyrsta venjingardagin verða fleiri tiltøk á skránni.

  • Straffisparkskapping har foreldur, børn og Vodafoneleikarar fær at vísa síni kynstur
  • Børnini síggja ymisk kynstur hjá Vodafoneleikarum (jonglering v.m.)
  • Okkurt gott verður til børnini
  • Børnini, sum hava goldið luttøkugjald, fáa bólt

Høvið verður eisini at tekna seg og gjalda tilmeldingargjaldið, sum er 300 kr.

Vónandi møta foreldur og nógv børn hendan fyrsta dagin.

Verið hjartaliga vælkomin.

Ungdómsnevndin hjá NSÍ

Líknandi tíðindi