Oddur Højgaard takkar fyri seg í NSÍ.
Oddur Árnason Højgaard hevur valt at takka fyri seg í NSÍ.
Miðverjin hevur havt afturvendandi skaðar í ár, og nú hevur hann valt at gevast.
Oddur kom til NSÍ í 2019, og fram til í ár hevur hann spælt nærum hvønn dyst fyri NSÍ. Hann hevur verið álitið í miðverjuni hjá NSÍ øll hesi árini. Hann hevur verið einaráðandi í luftspælinum, og hartil hevur hann stýrt verjuspælinum hjá NSÍ við skilagóðum spæli.
Tað er blivið til 141 dystir og 10 mál fyri NSÍ. Oddur var beinanvegin klárur at taka eitt eyka tak, tá NSÍ skuldi berjast fyri at koma upp aftur í bestu deildina. Tað eru øll gul takksom fyri.
Vit vilja takka Odduri hjartaliga fyri tíðina í NSÍ!
Saman standa vit sterk.