NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon.
NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon. Avtalan er galdandi í trý ár, og merkir hetta, at NSÍ nú fer at spæla í merkinum Hummel, ið Berglon er farið at umboða. Møguleiki verður fyri at keypa NSÍ klæðir í Berglon.
Á árliga tilmeldingardegnum hjá NSÍ, ið verður nú sunnudagin 16.februar í Bylgjuni, fer Berglon at geva øllum NSÍ’arum møguleikan at royna og bíleggja NSÍ klæðir fyri ein tilboðsprís. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
NSÍ er sera fegið fyri hesa nýggju klædnaavtalu, og felagið gleðir seg til samstarvið við Berglon tey næstu trý árini.
SAMAN STANDA VIT STERK!
Høvuðsstuðul hjá NSÍ er NAVIGARE SP/F
www.navigare.fo
Klædnastuðul hjá NSÍ er BERGLON
www.berglon.fo