26/8/2024

Landsliðsboð til Beinir, Klæmint og Petur

Í dag varð A-landsliðið og U21-landsliðið úttikið

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericsson, hevur boðsent Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen til komandi uppgávur hjá A-landsliðnum, sum eru heimadystur móti Norðurmakedónia og útidystur móti Letlandi

U21 landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur sent boð eftir Beinir Nolsøe til dystirnar, sum eru 5. september í Kroatia, og 10.september í Klaksvík móti Grikkalandi. Hetta er samstundis fyrstu ferð Beinir er úttikin til U21 landsliðið

Til lukku við úttøkuni tit tríggir, og bestu eydnu til tykkum!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.