7/6/2023

NSÍ hevur sett stjóra

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum.

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ.

Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari á Setrinum. Jákup hevur allan sín uppvøkstur verið ein partur í NSÍ, bæði sum leikari og sum venjari í felagnum.

Ítrótturin, og kanska serliga fótbólturin, hevur altíð ligið í dna’num í familjuni, tí bæði pápin, Trygvi, og abbin, heiðurslimur Jákup Mortensen, sáli, hava havt aktivar leiklutir í felagnum.

Jákup er nærlagdur, rúmligur og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann hevur tikið UEFA B prógvið í 2019.

Nógvar praktiskar uppgávur fylgja eisini hesum starvi, men við einum vælvirkandi stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði venjarum og nevnd, at verða lættari at fara undir.

Vit í starvsnevndini eru sera glað fyri, at Jákup hevur valt at taka við hesum starvi, og síggja vit fram til eitt gott og spennandi samstarv, øllum felagnum at gagni.

Til seinast vilja vit ynskja Jákupi hjartaliga til lukku við starvinum.

Vegna NSÍ
Karstin Joensen
Formaður

No items found.
30.3.25

Vónin er bjartasti b(B)randur!!

Djóni hevur skrivað greinuna til Vespuna í samband við dagsins dyst móti B68
22.3.25

Pylsuvognurin - ein sólskinssøga hjá NSÍ

Seinasta summar varð ein pylsuvognur settur nærhendis vøllin við Løkin í Runavík. Vognurin var keyptur av felagnum Sp/f Rókin, sum er ein av stuðlunum hjá felagnum - við tí fyri eyga at skapa eina eyka inntøkukeldu til NSÍ.
9.3.25

Klæmint 400 dystir fyri NSÍ

Klæmint fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini tann 20. mai 2007, bert 16 ára gamal, og var við til at vinna fyrsta og einasta føroyameistaraheitið í bestu deildini fyri NSÍ hetta sama árið.
8.3.25

Maðurin við taskuni

Ein taska, sum nógvur mystikkur stendur um í hesum døgum, er taskan hjá formanninum í NSÍ.
19.2.25

AÐALFUNDUR 2025

Fíggjarliga betri ár enn væntað
18.2.25

KUNNING VIÐVÍKJANDI AÐALFUNDINUM

Møguleikin er fyri at gjalda limagjald við dyrnar
14.2.25

NSÍ FER Í HUMMEL!

NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon.
12.2.25

LARS MARKMANSRUD OG NSÍ 2025!!

Verjukendi norðmaðurin kemur at spæla við NSÍ í 2025.
9.2.25

HASSOU DIABY NDIAYE OG NSÍ SKRIVAÐ UNDIR SÁTTMÁLA

Diaby skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri 2025