4/6/2023

1-0 sigur á Víkingi

Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking.

1 deild menn: NSÍ – Víkingur 1-0 (0-0)

MÁL: 47 min 1-0 Búi Egilsson

Upplegg: Beinir Nolsøe

Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking.

Hjá okkum var ein broyting í mun til sigurin á toftamonnum seinasta leygardag. Yehor var sjúkur, so í hansara stað hevði venjarin hjá okkum Sámal Erik Hentze (Bagge) sett Búa Egilsson inn á liðið, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð gerð.

Seinast vit spældu móti Víkingi í Gøtu vunnu vit í seinastu løtu av dystinum, við tveimum deyðbóltum. Tá var Víkingur nakað meir á bóltinum, men hesaferð vóru okkara betri til tann partin, og Víkingur skapti so at siga ikki nógvar málmøguleikar, tó so nakrar langar sendingar inn í okkara brotsteigin móti endanum, men har var okkara frálíki málverji, Jón Petur Thomsen, sera tryggur í feltinum.

Dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram, og teir heilt stóru málmøguleikanir sóust ikki so nógv til. Liðini vardu væl, so tað var mest deyðbóltar, sum skaptu teir stóru málmøguleikanar.

Um miðjan fyrra hálvleik skoraðu vit aftaná horna, Pætur Hentze legði væl innfyri, og aftaná trunkaspæl fekk Steffan Løkin fótin á og bólturin fór í málið, men fríspark varð dømt til Víking. Fyrri hálvleikur endaði sostatt 0-0.

Ongar broytingar vóru á liðinum í hálvleikinum, men okkurt hevur Bagge sagt við okkara leikarar, tí frá byrjan av øðrum hálvleiki, settu vit massivt trýst á Víking, og gav hetta úrslit. Beinir Nolsøe (sum spældi ein fínan dyst) breyt í gjøgnum í høgru, setti ferð inn í brotsteigin hjá Víkingi, og í staðin fyri at skjóta flatt innfyri málið spældi hann bóltin útfrá til Búa Egilsson, sum takkaði fyri álitið og smekkaði bóltin trygt í netið. 1-0 til okkum.

Næstu løtuna spældu vit rættiliga væl, gott postitiónsspæl á hálvuni hjá Víkingi, og gott presspæl eisini. Tað spurdust nakrir hálvir málmøguleikar burturúr, men tað manglaðu teir heilt stóru kjansirnir.

Hinvegin var verjuspælið trygt hjá okkum, og Víkingur kom ongantíð til nakrar málmøguleikar.

Allir leikarar hjá okkum spældu ein góðan dyst. Víkingur liggur á 3. plássi í 1 deild, og teir høvdu nakrar fínar leikarara á liðnum.

Móti endanum á dystinum gjørdi Bagge nakrar útskiftingar, og ein sum kom inn á vøllin fyrstu ferð á besta liðnum, var 17 ára gamli Ragnar Steinhólm, og kom hann væl frá uppgávuni.

Vit hava tíverri nakrar á skaðalistanum, og tveir ungir, sum komu inn seinast móti B68, Teitur Knudsen og Áron Høj, eru tveir av teimum. Vónandi verða teir skjótir aftur.

Vit liggja framvegis nr 2, men nú bert 3 stig aftanfyri Skála, so tað er hjá okkum framhaldandi bara at dríva á.

Næsti dystur verður móti EB/Streymi komandi fríggjakvøld.

Liðið hesaferð

Jón Petur Thomsen, Pætur Hentze, Oddur Højgaard, Mórits Heini Mortensen, Atli D Petersen, Beinir Nolsøe, Betuel Hansen, Sølvi Sigvardsen, Búi Egilsson, Jógvan Højgaard og Steffan Løkin

Inn komu eisini: Meinhard Geyti, Ragnar Steinhólm og Hans Marius Davidsen

Á bonkinum uttan at koma inn: Bergur Johannesen, Dion Splidt og Símun Rógvi Hansen

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
26.8.24

Landsliðsboð til Beinir, Klæmint og Petur

Í dag varð A-landsliðið og U21-landsliðið úttikið
26.8.24

Benadiktus Olsen og Tróndur Sjúrðarson á U17 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U17 landsliðnum hjá dreingjum
23.8.24

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram næsta ár

Venjaratoymið heldur fram
21.8.24

Betuel Hansen gulur 2025, 2026 og 2027!!

Betuel Hansen 3 ár afturat
15.8.24

Beinir Nolsøe nýggjan sáttmála

Beinir Nolsøe nýggjan 2-ára sáttmála
1.8.24

Verjuskansin takkar fyri seg

Oddur Højgaard takkar fyri seg í NSÍ.
30.7.24

Billa og Elin við WU15 landsliðnum til Baltic Cup

Føroyska WU15 landsliðið fer til Baltic Cup
28.7.24

23-ára gamal dani til NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við Rasmus Plauborg.