21/10/2024

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið

Myndina eigur portal.fo

Um vikuskfitið kundu vit endiliga hátíðarhalda, at kvinnurnar hjá NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vunnið føroyameistaraheitið. Somuleiðis er tað eisini fyrstu ferð nakrantíð, at NSÍ eru greipuvinnarar.
Okkara fótbóltskvinnur eru okkara fyrimyndir. Tær hava bjóða kempunum úr Klaksvík av - teimum kempunum, sum ikki færri enn 24 ferðir hava vunnið føroyameistaraheitið.

Hesin sigurin er eitt prógv um, hvat samanhald, hart arbeiði og trúgv á egin evni kunnu avrika. Tit hava strítt, sveittað, arbeitt við tykkum sjálvum sum spælarar, og hava staðið saman sum eitt lið. Tit hava staðið saman, og hóast allar avbjóðingar, hava tit í verkið víst eina áhaldandi roynd at menna tykkum sum einstaklingar og sum lið.
Eitt sannur vinnari. Ein FM - og steypavinnari.

Venjarar og hjálparfólk eiga eina stóra tøkk. Tit hava við innsatsi tykkara víst, hvat góð venjing og strategiskt arbeiði kunnu føra til. Tað, ið tit hava lagt í at menna hetta lið, hevur skapt eitt lið, sum vit øll eru errin av.

Kvinnurnar hjá NSÍ hava ikki bara vunnið eitt meistaraheiti. Tit hava skrivað tykkum inn í søgu felagsins við tveimum avrikum.

1. Við fyrsta FM-heitið til kvinnurnar hjá NSÍ.

2. Við fyrsta greipusigri til NSÍ nakrantíð.  

Tit eru fyrimyndir fyri komandi ættarlið av leikarum, og tit leggja slóð fyri aðrar kvinnur, og øll sum hava ein dreym um at røkka tindinum. Og júst soleiðis hava tit lagt eitt nýtt støði fyri føroyskan kvinnufóltbólt.

Hjartaliga til lukku NSÍ kvinnurnar, og hjartaliga til lukku til okkum øll.

Nevndin

No items found.
21.10.24

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið
18.10.24

ÁRSVEITSLAN hjá NSÍ

Leygarkvøldið 02. november verður Bylgjan umskapað til eitt veitsluhøli
17.10.24

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!
4.10.24

Seyðaseðilin trektur

Tú kanst nú síggja, um tú hevur vunnið.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
26.8.24

Landsliðsboð til Beinir, Klæmint og Petur

Í dag varð A-landsliðið og U21-landsliðið úttikið
26.8.24

Benadiktus Olsen og Tróndur Sjúrðarson á U17 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U17 landsliðnum hjá dreingjum
23.8.24

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram næsta ár

Venjaratoymið heldur fram
21.8.24

Betuel Hansen gulur 2025, 2026 og 2027!!

Betuel Hansen 3 ár afturat