15/8/2024

Beinir Nolsøe nýggjan sáttmála

Beinir Nolsøe nýggjan 2-ára sáttmála

21-ára gamli Beinir Nolsøe hevur júst skrivað nýggjan 2-ára sáttmála við NSÍ.

Beinir hevur veruliga spælt seg inn á liðið hjá NSÍ seinastu dystirnar. Ungi og evnaríki miðvallarin er ógvuliga arbeiðssamur í verjuspælinum, og so luttekur hann eisini nógv í framrættaða spælinum. Hann hevur skotið tvey mál í ár.

Beinir hevur spælt fleiri U-landsdystir fyri U19-liðið hjá Føroyum.

Samanlagt hevur Beinir spælt 61 dystir í næstbestu deildini og 41 dystir í bestu deildini. Talan er sostatt um ein royndan ungan leikara, ið framhaldandi kemur at umboða NSÍ.

Tað gleðir okkum, at vit koma at síggja Beinir í gulu blusuni við Løkin næstu nógvu árini.

Saman standa vit sterk!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.