FM heitið í Dr. U-16 verður avgjørt leygardagin kl 17.00 við Løkin

Leygardagin komandi fellir avgerðin um hvør verður Føroyameistari hjá Dreingjum U-16. Liðini sum møtast eru NSÍ og FC. Suðuroy. Bæði liðini hava ligið á odda frá byrjan og liggja 11 stig frammanfyri nr 3.

NSÍ og FCS hava sama stigatal – 34 stig áðrenn tey møta hvørjum leygardagin kl 17.00 við Løkin. FC Suðuroy hevur betri málmun enn NSÍ, men í yngru deildunum, er reglan tann, at tað eru innanhýsis stig sum telja fyrst tá liðini hava sama stigatil.

NSÍ vann FC Suðuroy, tá liðini møttust á jóansøku í Vági. NSÍ kann tí klára seg við javnleiki, meðan FCS má vinna dystin fyri at  gerast Føroyameistarar.

Somu liðini møttust eisini í steypafinalunu í august og  tá vann NSÍ ein greiðan 6-2 sigur.

Uttan verður  dysturin um FM leygardagin sera spennandi, tí roknast kann við at bæði liðini vilja leggja nógv fyri at vinna dystin.

Tað frættist úr Vági, at nógv viðhaldsfólk koma til Runavíkar at stuðla sínum monnum. Væntast kann eisini at nógvir NSÍ fjepparar koma at stuðla okkara dreingjum.

Lagt er tí upp til ein spennandi dyst við nógvum áskoðarum og veðurmaðurin sigur frá góðum fótbóltslíkindum leygardagin.

KOMIÐ OG STUÐLIÐ.                                                                                       SAMAN STANDA VIT STERK

 

Líknandi tíðindi