EFTIRMETING AV BARNA OG UNGDÓMSKAPPINGINI Í 2010

Ì samband við felags leikaramenninginartiltak á Toftum leygardagin 11 september 2010, verða leiðarar, venjarar og onnur, ið taka sær av ungdóms- og barnafótbólti, boðin til eygleiðing og eftirmeting av kappingini 2010.

Leikarnir sum er við í leikaramenningini hjá FSF, byrja kl 12.30 og eru lidnir kl 15.00. Fleiri dystir verða leiktir bæði teir sum eru piltar og smádreingir. Høvi verður hjá liðvenjarum og øðrum sum varða av hesum dreingjum at eygleiða dystirnir.

Eftir av dystirnir eru av (kl 15.15), verður fundur í B68 húsinum. Barna og ungdómsvenjarar/leiðarar verða boðin við. Fyri FSF luttaka m.o. ungdómsnevndin, samskipari og venjarar í leikaramenningini. Endamálið við fundinum er at eftirmeta barna og ungdómskappingini higartil í 2010.

Ungdómsnevndin hjá NSÌ heitir á ungdómsvenjarnir hjá felagnum at møta upp á Toftum leygardagin.

Líknandi tíðindi