Klæmint ársins áleypari og sjálvandi ársins toppskjútti
Klæmint er okkara! Ársins áleypari og ársins toppskjútti. Hjartaliga tillukku Klæmint, vit eru øll stolt av tær.
Klæmint er okkara! Ársins áleypari og ársins toppskjútti. Hjartaliga tillukku Klæmint, vit eru øll stolt av tær.
Hans Marius hevur longt sáttmálan við NSÍ, og hevur skrivað undir ein nýggja 2 ára sáttmála. Hans Marius hevur verið skaddur meginpartin av 2019, men hevur trenað upp í ár, og fekk seinastu dystirnar við hjá U21 og 1 deild. Nú er hann klárur aftur, og vit eru glað um at Hans Marius ynskir at…
Haraldur R Højgaard kemur heim aftur til NSÍ. Haraldur hevur í kvøld skrivað undir 2 ára sáttmála við NSÍ. Vit ynskja Haraldur tillukku við sáttmálanum, og vælkomnan aftur í gulu blusuna.
Búi Egilsson hevur í dag longt sáttmálan við NSÍ. Hettar merkjur at stríðsmaðurin úr Vági spælir við NSÍ í 2020 og 2021. Búi hevur havt eitt gott kappingarár og stórtrívist í Runavík. Vit ynskja Búa tillukku við nýggja sáttmálanum og bestu eydnu. Nú byrjar at síggja spennandi út til komandi kappingarár. Koyr á…
Betuel Hansen hevur í dag longt sáttmálan við NSÍ. Hann er ein av okkara egnu, og eru vit sera glað um at Betuel framvegis verður at síggja í NSÍ og tí gulu eyðkendu blusuni. Vit ynskja Betuel tillukku við nýggja sáttmálanum, og ynskja honum bestu eydnu í felaginum. SAMAN STANDA VIT STERK!
NSÍ og Glenn Ståhl hava gjørt sáttmála, og merkir hettar at Glenn Ståhl verður venjari hjá NSÍ komandi 2 árini. Glenn Ståhl er 48 ára gamal, og er hann kendur í føroyskum fótbólti, har hann var venjari í samanlagda liðnum í suðri. Glenn kemur nú at verða venjari hjá NSÍ komandi 2 árini. …
Gudjón Thordarson gevst sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Gudjón ynskti at gevast, og eru NSÍ og Gudjón samdur um at steðga samstarvi. Vit takka Gudjón fyri tíðina í NSÍ, og ynskja honum alt tað besta.
Enn einaferð hevur FSF flutt ein dyst uttan at NSÍ hevur nakran møguleika at gera nakað. Talan er um U21 dystin ímillum NSÍ-HB, sum skuldi spælast kl 19.30 í kvøld við Løkin. Men leygardagin kom skriv frá FSF um at dysturin var fluttur til 21 oktober í staðin. Enn einaferð standa vit í NSÍ spyrjandi,…
Ársveitslan verður 9 novembur í skótahúsinum. Atgongumerkir verða seld í Bókabúðini, og sølan byrjar mánadagin tann 14 oktober. Seinast var útselt til veitsluna, so í ár er at gera skjótt av at keypa atgongumerkir. Freistin at keypa atgongumerkir er 4 novembur. Prísur er 400,- írokna borðhald og dans. Bert dansur kostar 150,-. Húsaorkestrið (Eyðun Gaardbo, Sverri…
Seyðaseðilin er trektur, og tey sum hava vunnið eru: Nr 1: Seðil nr 9746 Nr 2: Seðil nr 8766 Nr 3: Seðil nr 4694 Nr 4: Seðil nr 3799 Nr 5: Seðil nr 1903 Nr 6: Seðil nr 6466 Nr 7: Seðil nr 11026 Nr 8: Seðil nr 6020 Nr 9: Seðil nr 2638…