8. umfar: TB 2 – 1 NSÍ
|

8. umfar: TB 2 – 1 NSÍ

Seinna vitjanin við Stórá gav okkum einki. Í dystinum, ið kundi síggjast beinleiðis á FSF-varpinum, høvdu okkara stóra part av spælinum. Møguleikar vóru ikki nógvir í dystinum, og neyvleikin kendist stundum fráverandi hjá báðum liðunum. Leingi tyktist dysturin at fara at enda við einari null-loysn, men 10 min undan leikloki skiftu bæði feløgini leikarar inn….

Steypakappingin: Legenda vitjar aftur!
|

Steypakappingin: Legenda vitjar aftur!

Lutakast hevur verið til fjóringsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Í pottinum vóru tey liðini, ið ein kundi rokna við, tó undantikið Giza/Hoyvík, ið knógvaði effoliðnum av Toftum. Styrkin á mótstøðuni kundi tí variera nógv. Tá tríggjar av fýra fjóringsfinalum vóru trektar, var okkara bóltur enn í pottinum saman við felagsliðnum úr Sundalagnum. Okkara varð trektur fyrst,…

Víðari í steypakappingini: Toppskjúttin vísti aðrar dygdir!
|

Víðari í steypakappingini: Toppskjúttin vísti aðrar dygdir!

Talan gjørdist veruliga um ein spennandi dyst, har serliga endin gjørdist dramatiskur. NSÍ vann í dag ímóti TB í 1. umfarinum av steypakappingini, har venjarin hevði avgjørt at spara nakrar av lyklaleikarunum. TB kom á odda í 24. min, tá Eirikur Ellendersen skoraði fyri heimaliðið. Pól Jóhannus javnaði til 1-1 í 55. min. Árni Frederiksberg…

Upptakt: Steypadystur við Stórá
|

Upptakt: Steypadystur við Stórá

Síðan lutakastið var í kappingini um Løgmanssteypið hevur tað verið greitt, at vit skuldu tveir túrar til Suðuroyar innan fáar dagar. Í dag spæla vit ímóti TB í ársins fyrsta steypadysti, og mikudagin komandi spæla liðini landskappingardyst sama stað. Onkrar broytingar eru í hópinum, ið var sera nógv skerdur ímóti B36. Nikolaj Køhlert er við…

4 nýggir sáttmálar
|

4 nýggir sáttmálar

Miðalaldurin í hópinum komandi dyst verður einans 21,4 ár. Sum liður í gongdini at menna og nýta egið tilfar, hevur felagið hevur í kvøld skrivað sáttmálar við fýra ungar og evnaríkar leikarar: Andri Benjaminsen (17), Aron Knudsen (16), Mórits Heini Mortensen (17) og Hans Marius Davidsen (17). Felags fyri allar er, at teir hava gjørt tað sera gott á…

Frásøgn frá aðalfundinum

Aðalfundur var mikudagin 24. feb í matarhøllini í skúlanum við Løkin, har útvið 50 fólk møttu. Formaðurin í starvsnevndini, Sonni L. Petersen, tók væl saman um árið, ið nevndin hevur verið sera væl nøgd við. Málið um evropeiska luttøku er væl og virðiliga rokkið. Vit endaðu nr. 2 bæði í lands- og steypakappingini, so nú…