Venjaratoymið hjá Betri kvinnum 2024

Høvuðsvenjari, Allan Dybczak, fer undir sítt næsta ár, sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Annað kann ikki sigast, enn at fyrsta átið gekk væl, við gulli í steypakappingini og silvur í landskappingini. 

Martin Jarnskor kemur at vera hjálparvenjari hetta kappingarári. Martin Jarnskor er farin undir venjaraútbúgving, og hevur eisini drúgvar royndir innan fótbóltin.

Sama kann sigast um málmansvenjarin komandi ár, Petur Meinhard Magnussen. Petur Meinhard hevur leikt fleiri dystir, í bæði bestu og næst bestu deildini hjá monnum. 

Ein postur, sum er lagdur afturat toyminum í ár, er fysiskur venjari. Malene Madsen, ið starvast hjá fysiogym, verður fysiskur venjari hjá liðnum í ár. Í vetur hevur Malene havt liðið, í samspæl við høvuðsvenjaran, og hevur hon vant leikarnar í vetur.

Venjaratoymið fekk eina góða byrja Við Løkin tann 27. mars við einum 7-0 sigri á Skála!

Bestu eydnu til leikarar og venjaratoymið við kappingarárinum 2024!

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi