29/5/2023

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.

Leygardagin var 11. umfar í landskappingini leikt. Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68, sum spældu okkum ein puss í fyrsta umfarinum, tá vit leiktu málleysan javnleik á heimavølli.

Hesaferð var tó ongin ivi. Tá samanum kom vunnu vit ein greiðan 3-0 sigur og liggja á øðrum plássi í kappingini.

Okkara høvdu mesta spælið í fyrra hálvleiki og leiktu seg eisini til góðar málmøguleikar, men vóru ov óskarpir. Tí var tað ein hvøkkur, tá B68 beint fyri hálvleik fekk brotspark. Mál broyta dystir, og tí kundi dysturin fingið eina heilt aðra vend, um B68 megnaði at skora beint undan steðginum. Men, tað gjørdu teir ikki. Í málinum stóð ein blaðungur Jón Petur, sum fyri fyrstu ferð byrjaði inni á besta liðnum. Hann takkaði fyri álitið og bjargaði brotsparkinum, setti bóltin í spæl, og í næsta álopinum spælti Betuel Yehor frían, og so stóð 1-0 til okkum.

Í seinna hálvleiki sótu okkara tungt á dystinum. Satt at siga, so høvdu vertirnir nóg mikið við at verja og megnaðu ikki at svara aftur.

1-0 er tó ein skroypilig leiðsla, og tí kom tað væl við, tá toppskjúttin í deildini, Steffan Løkin, í samspæli við Beinir Nolsøe økti um leiðsluna, tá 12 minuttir vóru eftir.

Seinastu løtuna kom ungi Teitur Knudsen á vøllin. Teitur er ein leikari, sum verður sera spennandi at fylgja. Hann kann spæla á ymsum plássum, er skjótur, tekniskur og dugir at lesa spælið. Tað var eisini hann, sum í yvirtíðini bleiv leysur í vinstru síðu og hegnisliga sendi bóltin á tvørs til Pætur Hentze, sum takkaði fyri og staðfesti sigurin. 3-0 og 3 stig.

Komandi dystur verður leygardagin 3. juni. Tá koma víkingar á vitjan við Løkin. Talan er um týdningarmiklan dyst, tí Víkingur liggur beint í hølunum á okkum.

No items found.
10.7.24

Nýggjur svenskur miðverji til NSÍ

30 ára gamal miðverji til NSÍ
9.7.24

Nýggjur miðvallari til NSÍ

25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá Varberg BoIS
4.7.24

Skriv frá ítróttarstjóranum

Skriv í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024.
2.7.24

Kunningarskriv frá starvsnevndini í NSÍ

Í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ
30.6.24

Grein úr Vespuni 28.06

Grein skriva av Tórbjørn Jacobsen
27.6.24

Kunning: Parkering NSÍ - KÍ

Pakering samband við dystin fríggjakvøldi.
2.6.24

Úr Allsvenskan til Runavíkar

NSÍ hevur júst skrivað undir ein sáttmála við 34-ára gamla Viktor Agardius.
20.4.24

VINNARIN ER FUNNIN!

Trekt er nú millum seðlarnar, og vinnarin var nr. 361.
30.3.24

Venjaratoymið hjá Betri kvinnum 2024

Høvuðsvenjari, Allan Dybczak, fer undir sítt næsta ár, sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Martin Jarnskor kemur at vera hjálparvenjari hetta kappingarári.