2/9/2026

Minningarorð um Niklas Foldbo

Minningarorð um fyrsta formann felagsins

MINNINGARORÐ UM NIKLAS FOLDBO

Fyrsta formann felagsins.

24. mars 1957 varð hondbóltsfelagið Tjaldur stovnað. Í stóran mun vaks tað úr fráhaldsrørsluni í økinum, sum tá var skipað í NIOGT-losjuni Skjøldur á Glyvrum. Maðurin, sum gekk undan, var tvørámaðurin Ib Hauritz, bakari, sum arbeiddi á bakarínum hjá Anton. Í sunnara partinum av tvíbygda húsinum, har sum kommunuskrivstovan seinni helt til, búði gamli kommunuskrivarin Karl Jóhan Hansen. Kona hansara Jóhanna og Niklas Foldbo vóru systkin av Toftum. Niklas gekk til døgurða hjá systrini, meðan hann lærdi til snikkara hjá Jakku á Verkstaðnum, sum tá hevði tilhald á gamla verkstaðnum hjá Niels Paula í Heimistovu - dygst sunnanvert gjónna á Glyvrum.

Av góðum grundum hittust teir báðir soleiðis dagliga hesi árini – eisini í Losjuni – og saman við øðrum tóku teir stig til stovnan av hondbóltsfelagnum. Tá ið fyrsta nevndin skuldi skipa seg, ynskti Ib, at onkur meiri staðbundin enn hann gjørdist fyrsti formaðurin. Í nevndini sótu Ib Hauritz, Jastrid á Roykheyggi, Jóhanna Jacobsen (á Bakka) og Niklas Foldbo. Nevndin skipaði seg við hinum 20 ára gamla Niklasi sum formanni.

Fyrstu tíðini var so at siga bert hondbóltur á skránni, men sum fráleið gjørdust kappróður, fótbóltur og fimleikur partur av tí, sum felagið tókst við. Undirtøkan var stór og góð, og felagið broyttist og fekk navnið Nes Sóknar Ítróttarfelag – NSÍ. Niklas gekk á tekniskum skúla um hetta mundið, og fór síðan av landinum í lestrarørindum. Hann lærdi verkfrøði í Keypmannahavn.

Í 1970 var avgjørt at byggja nýggjan fótbóltsvøll á Mýrunum. E. Pihl & Søn stóð fyri verkætlanini. Niklas var tá í starvi hjá hesum felag sum verkfrøðingur, og hann var settur at hava ábyrgdina av at fremja ta verkætlanina í verki.

Síðan hevur Niklas verið við í hópin av verkætlanum, sum hava munað í samfelagnum.

Vit í NSÍ minnast Niklas Foldbo við virðing og tøkk fyri tey tøk, hann tók saman við øðrum, tá ið felagið var stovnað, og sum við tíðini mentist til eitt av stóru feløgunum í landinum.

Mátti hin Almáttugi tikið sær væl av Niklasi, nú hann fór um sýnuna og heim í tær himmalsku tjaldbúðir.  

Vegna NSÍ Runavík FC

Karstin Joensen, formaður.

No items found.
9.7.26

EINGIN BROYTING Í DYSTARTÍÐINI

Eftir ætlan skuldi Hamrun Spartans koma til Føroyar í gjár, men vegna veður var ikki møguligt hjá teimum at lenda
19.6.26

Heimleyst oddalið

Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri eitt fótbóltsfelag, at man hevur eitt felagshús
13.6.26

Vespan - Eystanstevna

Hvat er tað sum dregur okkum at NSÍ?
29.5.26

NSÍ SKRIVAÐ UNDIR VIÐ JÓEL TRÓNDARGJÓGV

NSÍ hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við unga lokala leikaran Jóel Tróndargjógv
23.5.26

Gerst limur í NSÍ

Skráset teg sum lim her
9.5.26

PETUR GULUR TIL OG VIÐ 2031

Petur Knudsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið NSÍ við heili fimm árum, soleiðis at nýggi sáttmálin er galdandi til og við 2031
22.4.26

BASARUR 2026

NSÍ skipar fyri basari og lutaseðla-sølu leygardagin 9. mai kl. 18.00 í Bylgjuni í Runavík
6.4.26

VINNARIN FUNNIN

Atgongumerkið til páskaframsýningina, sum hevur verið seinastu tveir dagarnir, var somuleiðis ein lutaseðil
6.3.26

Temjingar

Fótbólturin er enn einaferð á veg inn í eina kappingarsferu