22/1/2024

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði, tí ov nógvur kavi var á vøllinum í Runavík. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1, við málum frá Betuel Hansen, Setffan Løkin, Dion Splidt og Jasper Van Der Heyden. Dysturin gav okkum ikki rættiliga nakra mynd hvussu vit styrkismett okkara lið var. 07 Vestur liðið var ikki eins sterkt, sum teir høvdu síðsta ár, so okkara vóru leikliga omaná, og vunnu 4-1.  

27 januar var farið til Havnar at spæla móti AB, sum luttók fyri KÍ í VFF Cup. AB fluttu niður síðsta ár, og vit eru uppflytarar. Eisini hendan dystin vunnu vit greitt 4-0, og leikliga vóru vit totalt við yvirlutan allan dystin, móti einum AB liðið sum stórt sæð var mannað við ungum argjamonnum. Málini hjá okkum fingu Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen, Jasper Van Der Heyden og Betuel Hansen.  

Fríggjakvøldið 2 februar kom so HB á vitjan í Runavík. HB er eitt av feløgunum, sum miðlar og onnur síggja bjóða av í FM-stríðinum, men hetta kvøldið var eitt heilt annað lið, sum var mann við fleiri ungum leikarum. Tað sást tí eisini aftur í dystinum, har vit leikliga greitt vóru omaná allan dystin, og gjørdist úrslitið 2-0 til okkum við málum frá Adi Terzic og Klæmint A. Olsen.

So nú vóru 3 dystir leiktir har vit allar dystirnar greitt vóru omaná, so myndin at vit eru uppflytarar, og hava vunnið allar dystirnar, var eitt sindur speglvent.

10 februar var so dystur móti B36 á Tórsvølli, og her sást beinanvegin at vit møttu eini heilt aðari mótstøðu. Tíverri var vøllur ikki tann besti at spæla á, vegna frost, so avgjørt var í hálvleikinum at leika 2. hálvleik einans 30 min. Einki mál kom, og úrslitið gjørdist 0-0. Í sjálvum dystinum høvdu vit skapt nakað av málmøguleikum sum kundi havt givið mál, men sama kann sigast um B36.

14 februar vóru tað so grannanir uttanfyri fjallið B68 sum stóðu fyri tørni. Sum altíð blívur tað eitt sindur heitt millum liðini, men tó so hetta kvøldið vóru vit væl betri enn B68 og vunnu dystin 1-0, sjálvt um vit áttu at havt skora fleiri mál. Einsamalla málið fekk Klæmint A. Olsen eftir brotspark.

17 febraur skuldu so allir endadystirnir spælast í Havn. Vit skuldu møta Víkingi sum eisini høvdu spælt seg í finaluna.

Kl 16 byrjaði so dysturin, og her mugu vit bara ásanna, at okkara leikarar ikki spæla sín besta dyst, og mann møtir einum vælsmurdum Víkingaliði, ja so gjørdist brekkan ov tung fyri okkum. Tó so málini Víkingur fekk var eitt frálíkt fríspark beinleiðis í mál, og næsta málið var ein feilur frá okkara síðu. Úrslitið gjørdist ein 2-0 sigur til Víking, og eitt 1.pláss til víking í VFF Cup og eitt 2.pláss til okkum.

Samanumtikið eru vit stakvæl nøgdir við VFF Cup. Vit hava møtt liðnum, ið av ekspertum, verða sæð sum FM kandidatum, og liðum sum sæð sum mið/botn lið, og úrslitini hava bara verið á eini heilt góðari leið.

Nú verður onkur venjingardystur afturat áðrenn landskappingin byrjar 10 mars móti HB í Gundadali.

SAMAN STANDA VIT STERK

No items found.
18.11.24

Aron gulur í 2025!

Aron, ið kom aftur til NSÍ farna kappingarár, kemur aftur at vera gulur í 2025!
15.11.24

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum
21.10.24

Føroyameistararar 2024

Kvinnurnar vunnu leygardagin FM - heitið
18.10.24

ÁRSVEITSLAN hjá NSÍ

Leygarkvøldið 02. november verður Bylgjan umskapað til eitt veitsluhøli
17.10.24

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!
4.10.24

Seyðaseðilin trektur

Tú kanst nú síggja, um tú hevur vunnið.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
26.8.24

Landsliðsboð til Beinir, Klæmint og Petur

Í dag varð A-landsliðið og U21-landsliðið úttikið
26.8.24

Benadiktus Olsen og Tróndur Sjúrðarson á U17 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U17 landsliðnum hjá dreingjum