2/6/2024

Úr Allsvenskan til Runavíkar

NSÍ hevur júst skrivað undir ein sáttmála við 34-ára gamla Viktor Agardius.

NSÍ hevur júst skrivað undir ein sáttmála við 34-ára gamla Viktor Agardius. Talan er um ein ógvuliga royndan svenskan leikara. Í bestu svensku deildini hevur hann umboðað Mjällby AIF, Kalmar FF, IFK Norrköping og IF Brommapojkarna.

- Vit fáa ein etableraðan spælara, ið hevur spælt 11 kappingarár á hægsta stigi í Svøríki. Hann hevur 244 dystir í Allsvenskan,

sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg. Jens sigur víðari, at royndirnar hjá Viktor koma at fáa stóran týdning fyri NSÍ restina av kappingarárinum, bæði í venjing og dysti. Felagið hevur eisini eina optión fyri næsta kappingarár.

- Hagtølini vísa okkum, at vit skora nógv mál, men eisini at vit lata ov nógv inn í hinum endanum. Tí ynskja vit at styrkja okkum í verjupartinum, soleiðis at kappingin um plássini verður størri. Viktor kemur eisini at geva okkum fleiri møguleikar í álopsspælinum. Vinstrabeinti verjuleikarin varð máldur sum næstskjótasti leikarin í bestu svensku deildini í 2021, sigur Jens Wedeborg at enda.

Heimasíðan hjá NSÍ hevur eisini prátað við nýggja NSÍ-leikaran Viktor Agardius, ið er ógvuliga spentur uppá uppgávuna.

- Eg síggi tað sum eina stóra avbjóðing at koma til Føroyar. Føroyskur fótbóltur útviklar seg allatíðina og áhugin fyri føroyskum fótbólti er vaksin nógv í seinastuni. Tað verður bæði áhugavert og stuttligt at verða ein partur av hesum. Hartil er náttúran í Føroyum nakað heilt serligt, so tað ger tað bara uppaftur betri, sigur Viktor Agardius.

- Í veruleikanum eri eg ein álopssinnaður bakkur, sum eisini kann spæla í miðverjuni. Eg dugi væl at lesa spælið av, havi góðan fysikk og so eri eg tryggur á bóltinum. Vit fara allir at arbeiða hart fyri at náa teimum málum, sum felagið hevur sett sær.

Vit gleða okkum til at síggja Viktor í gulum á vøllinum við Løkin. Hjartaliga vælkomin!

Saman standa vit sterk!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.