5/12/2023

Svenski Adi Terzic til NSÍ!

Fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic hevur júst skrivað undir við NSÍ!

Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii, men hevur eisini røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir væl landsmannin hjá sær.

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa, ið hevur verið liðskipari á fleiri liðum. Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum støði, sigur Jens Wedeborg við heimasíðuna hjá NSÍ.

Sjálvur er Adi Terzic sera spentur uppá eina nýggja uppgávu, har hann sleppur at royna seg í einum øðrum landi:

– Talan er um júst røttu løtuna hjá mær at royna eitt nýtt felag í einum nýggjum landi. Talan er um eitt áhugavert projekt, ið leiðslan í felagnum hevur lagt fram, og hetta ljóðar lokkandi. Eg fari at gera mítt allarbesta til at fáa felagið aftur í toppin av føroyskum fótbólti, har eg havi frætt, at tað hoyrir heima.

Vit gleða okkum til at bjóða Adi vælkomnum til vøllin við Løkin.

Saman standa vit sterk!

No items found.
2.6.24

Úr Allsvenskan til Runavíkar

NSÍ hevur júst skrivað undir ein sáttmála við 34-ára gamla Viktor Agardius.
20.4.24

VINNARIN ER FUNNIN!

Trekt er nú millum seðlarnar, og vinnarin var nr. 361.
30.3.24

Venjaratoymið hjá Betri kvinnum 2024

Høvuðsvenjari, Allan Dybczak, fer undir sítt næsta ár, sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Martin Jarnskor kemur at vera hjálparvenjari hetta kappingarári.
15.3.24

ARON HEIM TIL NSÍ!

Aron Knudsen hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ.
3.3.24

U17 landslið úttikið

U17 landsliðið við dreingjum skal 12. – 20. mars til Gibraltar til UEFA menningarkapping.
29.2.24

U17 og U19 landslið úttikið

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tveir leikarar frá NSÍ.
27.2.24

Borg stórstuðul hjá NSÍ

Stóra fyritøkan við heimstaði í Runavík hevur skrivað undir nýggja avtalu við NSÍ. Hetta merkir, at Borg framyvir verður ein av stórstuðlunum hjá NSÍ.
20.2.24

Starvsnevndin hjá NSÍ hevur skipað seg

Hósdagin 15. februar hevði NSÍ aðalfund. Tá blivu 5 nýggj fólk vald inn í starvsnevndina, ið samlað telur 7 fólk.