1/12/2023

Steypa-matchvinnari heldur fram

Dania S. A. Olsen setti avgerandi straffisparkið trygt í máli í steypafinaluni 2023.

Vit minnast øll, leygarkvøld 07 oktober, tá ið Dania S. A. Olsen setti avgerandi straffisparkið trygt í máli í steypafinaluni, til úrslitið 2 – 1, og har við ein sigur í steypafinaluni 2023.

Dania leikti 25 dystir í kappingarárinum 2023, og skoraði 10 mál. Í steypafinaluni fekk Dania tó ein annan leiklut, ið var sum miðverji.

NSÍ kann í kvøld kunngerða, at Dania S. A. Olsen aftur kemur at spæla á besta liðnum hjá kvinnum, og tað gleðast vit yvir.

Saman standa vit sterk!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.