3/2/2024

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.

Petur Knudsen og NSÍ hava í morgun skrivað undir ein 3-ára sáttmála!

’Hetta er ein av bestu leikarunum í Føroyum, sum hevur valt at koma heim aftur í gulu blusuna, og tað fegnast vit stórliga um’, sigur NSÍ-formaðurin Karstin Joensen við heimasíðuna.

’Vit hava í eina tíð arbeitt hart fyri at fáa besta mansliðið aftur, har sum vit hoyra heima, og hetta er enn ein týdningarmikil brikkur í tí putlispælinum. Tað harða arbeiðið er ikki liðugt enn; tað er júst byrjað’, sigur Karstin Joensen.

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur við heimasíðuna, at hópurin hjá NSÍ er við at verða klárur. NSÍ skal í ár finna sítt pláss aftur í bestu deildini. Vit byrja kappingina í ár við einum styrktum hópi.

’Vit hava ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin, um vit skulu gera okkum galdandi í bestu deildini.Tað hevur sera stóran týdning fyri liðið, at vit nú hava fingið bæði Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen aftur á liðið. Hetta eru okkara landsliðsleikarar, ið vit kunnu byggja liðið rundanum’, sigur Eyðstein Skipanes.

Vit duga næstan ikki at seta orð á, hvussu fegin vit eru um at síggja Petur Knudsen aftur í gulu blusuni. Tað er fantastiskt!!

Saman standa vit sterk.

No items found.
16.2.24

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
24.1.24

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.
22.1.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.
8.1.24

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.
23.12.23

Julia Naomi Mortensen við NSÍ komandi kappingarár

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.