10/7/2024

Nýggjur svenskur miðverji til NSÍ

30 ára gamal miðverji til NSÍ

30-ára gamli miðverjin Mirza Mujčić hevur skrivað sáttmála við NSÍ.

Mirza hevur drúgvar royndir sum yrkisleikari. Hann hevur umboðað millum annað GAIS í Svøríki, Vikingur Ólafsvík í Íslandi, Olimpjia Ljubljana í Slovenia og FC Schaffhausen & Xamax Neuchatel í Sveis.

Mirza hevur eisini umboða Svøríki á ungdómslandsliðum, har er hann skrásettur fyri 16 dystir á U19 landsliðnum.

Mirza er tryggur á bóltinum og so er hann sterkur í nærdystum. Mirza sigur, at hann er spentur uppá avbjóðingina í Føroyum, og at hann kann tilføra bæði royndir og vinnaravilja til liðið.

Jens Wedeborg sigur soleiðis um nýggja miðverjan:

- Mirza er ein ógvuliga royndur miðverji. Hann er uppaldur í akademinum hjá GAIS í Svøríki, har hann eisini spældi á besta liðnum hjá felagnum. Hann hevur spælt bæði í Norra og Íslandi, so hann kennir eina mentan, ið líkist tí føroysku.

Tey seinastu fýra árini hevur Mirza spælt á høgum støði í Sveis.

- Vit fáa ein sera royndan miðverja, sum vil spæla bóltin upp og sum er ein leiðaratýpa. Og so dugir hann at sparka við báðum beinunum. Tað gevur fleiri møguleikar í uppspælinum.

Vit bjóða Mirza vælkomnan til Runavíkar!

Saman standa vit sterk.

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.