9/7/2024

Nýggjur miðvallari til NSÍ

25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá Varberg BoIS

25-ára gamli Yassine El Ouatki hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.  

Yassine er miðvallari, ið er bæði ágrýtin og tekniskt væl fyri. Hartil dugir hann væl at lesa spælið av.

Fraklendingurin hevur tað seinasta árið spælt við Varberg BoIS í bestu svensku deildini. Hann kennir eitt sindur til føroyskan fótbólt og gleðir seg til avbjóðingina.

Jens Wedeborg sigur soleiðis um spælaran:  

- Talan er um ein vinstrabeintan leikara, ið kann spæla á øllum plássum á tí sentrala miðvøllinum. Yassine hevur gott yvirblikk og er góður á bóltinum. Á hendan hátt kann hann stýra spælinum hjá NSÍ.

Yassine er uppvaksin í akademinum hjá bæði Le Havre og PSG.  

- Hansara uppaling í fronskum fótbólti, og hansara royndir í bestu svensku deildini, gera at vit fáa ein sera góðan og royndan leikara, ið gevur okkum nógvar møguleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, við heimasíðuna.

Vit bjóða Yassine hjartaliga vælkomnum til Runavíkar!

Saman standa vit sterk.

No items found.
29.5.23

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.
18.5.23

Málini hjá kvinnunum

Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.