8/1/2024

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.

Klæmint spældi seinasta kappingarárið við Breiðabliki, og nú er hann so heima aftur við Løkin. Klæmint hevur í Føroyum bara umboðað NSÍ, og við nýggja sáttmálanum er staðfest, at soleiðis kemur tað eisini at verða framyvir.

Tað er næstan ikki neyðugt at fortelja um flottu hagtølini hjá Klæminti, men vit kunnu ikki lata vera. Við sínum 10 málum á landsliðnum er hann saman við Rógva Jacobsen mest skorandi landsliðsleikarin nakrantíð.

33-ára gamli rituvíkingurin er hartil við sínum 230 málum mest skorandi leikarin í bestu føroysku deildini nakrantíð. Klæmint hevur hartil skorað 23 mál í steypakappingini og 7 mál í evropeisku kappingunum. Íalt er talan um 260 mál fyri besta mansliðið hjá NSÍ!

Vit eru sera glað fyri at síggja Klæmint aftur við Løkin!

Saman standa vit sterk!

No items found.
17.2.26

SVENSKUR MÁLVERJI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað undir ein sáttmála við svenska málverjan Tom Amos. 28 ára gamli Tom hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2026.
13.2.26

NSÍ SETT MÁLMANSVENJARA

NSÍ hevur skrivað ein eitt ára sáttmála við 45 ára gamla Magnus Emil Poulsen, ið harvið kemur at vera málmansvenjari hjá besta mansliðnum fyri kappingarárið 2026
12.2.26

Aðalfundur 2026

Í kvøld, hósdagin 12. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍ hildin.
12.2.26

SERBI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.
12.2.26

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

NSÍ hevur sett 2 venjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U18 og U21. Talan er um ávikavist Steffan Løkin og Jann Martin Mortensen.
29.1.26

ÍSLENDINGUR TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við íslendska Alex Freyr Elísson. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026
6.1.26

MÓRITS HEINI AFTUR TIL NSÍ

Mórits Heini hevur undirskrivað ein sáttmála við NSÍ fyri kappingarárið 2026.
5.1.26

PÓL THORSTEINSSON NÝGGJUR HJÁLPARVENJARI HJÁ NSÍ

Pól hevur játtað seg til at vera hjálparvenjara hjá NSÍ kappingarárið 2026.
3.12.25

KRISTIAN LONGT VIÐ NSÍ

32 ára gamli Kristian Joensen hevur í dag skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.