25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá Varberg BoIS
25-ára gamli Yassine El Ouatki hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
Yassine er miðvallari, ið er bæði ágrýtin og tekniskt væl fyri. Hartil dugir hann væl at lesa spælið av.
Fraklendingurin hevur tað seinasta árið spælt við Varberg BoIS í bestu svensku deildini. Hann kennir eitt sindur til føroyskan fótbólt og gleðir seg til avbjóðingina.
Jens Wedeborg sigur soleiðis um spælaran:
- Talan er um ein vinstrabeintan leikara, ið kann spæla á øllum plássum á tí sentrala miðvøllinum. Yassine hevur gott yvirblikk og er góður á bóltinum. Á hendan hátt kann hann stýra spælinum hjá NSÍ.
Yassine er uppvaksin í akademinum hjá bæði Le Havre og PSG.
- Hansara uppaling í fronskum fótbólti, og hansara royndir í bestu svensku deildini, gera at vit fáa ein sera góðan og royndan leikara, ið gevur okkum nógvar møguleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, við heimasíðuna.
Vit bjóða Yassine hjartaliga vælkomnum til Runavíkar!
Saman standa vit sterk.