4/8/2025

Nýggjur NSÍ sangur

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast.Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. T

LIÐ MÍTT VIÐ LØKIN

Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast.Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.” Soleiðis syngur lokala tónleikahetjan úr Runavík,Edmund Jacobsen, sína fagnaðarkvøðu til eitt frálíkt og væl spælandi vespulið, sum eigur viðhaldsfólk úr Elduvík til Esbjerg.Tveir vinir hjá útlagda rokkaranum, Mikkjal Hvannastein og Karl Martin Samuelsen, hava ávikavíst tikið upp, ljóðblandaðog sungið kór á lagnum. Og seinasta gulltráðin hava kvinnur og menn úr okkara egna fótbóltsliði við stórum sjálvsáliti spunnið í IntroVers Studio  til savnandi niðurlagið “JA, VIT HALDA ØLL VIÐ NSÍ”  

Tað er Steintór Rasmussen, sum á útivølli hevur roynt seg sum høvund og tónasmið.    Eftir eitt gott innkast frá formanni okkara Karstin Joensen, hevur Steintór verið eitt slag av liðskipara av verkætlanini og borið sangin á mál.Og tað kundi neyvan verið gjørt, sagt ella sungið betri ... Tú ert varin, tú ert søkin. Tú ert liðið mítt við Løkin.  Tú ert NSÍ!

Link til sangin á Facebook vanganuum hjá NSÍ Runavík FC

https://www.facebook.com/nsirunavikfc/videos/680892984467915

Tekstur:

Lið við Løkin

1. Hvør maður og hvør kvinna.

Vilja stríðast vilja vinna.

Vilja gull og heiður spinna.

Tað vil NSÍ.

2. Tær eg fjeppist uppií.

Tú ert mítt hjarta allatíð.

Tær eg eri býttur í.

Koyr á NSÍ.

3. Um eydnan hon er blíð.

Sveitti og nógv stríð.

Spyr meg ikki hví.

Eg elski NSÍ.

---

4. Er tað nakað, eg kann gera.

Er tað nakað, eg kann vera.

Nakað navn, eg vil bera.

Er tað NSÍ.

5. Tær eg fjeppist uppií.

Tú ert mítt hjarta allatíð.

Tær eg eri býttur í.

Koyr á NSÍ.

Kór: Ja! Vit halda øll við NSÍ. Ja! Vit halda øll við NSÍ x2

:Tú ert varin tú ert søkin.

Tú ert liðið mítt við Løkin.

Tú ert NSÍ:

No items found.
17.10.24

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!
4.10.24

Seyðaseðilin trektur

Tú kanst nú síggja, um tú hevur vunnið.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
26.8.24

Benadiktus Olsen og Tróndur Sjúrðarson á U17 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U17 landsliðnum hjá dreingjum
26.8.24

Landsliðsboð til Beinir, Klæmint og Petur

Í dag varð A-landsliðið og U21-landsliðið úttikið
23.8.24

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram næsta ár

Venjaratoymið heldur fram
21.8.24

Betuel Hansen gulur 2025, 2026 og 2027!!

Betuel Hansen 3 ár afturat
15.8.24

Beinir Nolsøe nýggjan sáttmála

Beinir Nolsøe nýggjan 2-ára sáttmála
1.8.24

Verjuskansin takkar fyri seg

Oddur Højgaard takkar fyri seg í NSÍ.