3/12/2023

Mórits Heini Mortensen er gulur

24-ára gamli miðvallaleikarin, Mórits Heini Mortensen, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið NSÍ.

Mórits Heini leikti sínar fyrstu minuttir, sum einans 17-ára gamal, á besta liðnum í 2016, og við nýggja sáttmálanum, verður kappingarár 2024 9. kappingarári á besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Tilsamans hevur Mórits Heini umboðað besta liðið hjá barndómsfelagnum 114 ferðir.

Í NSÍ gleðast vit yvir, at Mórits Heini Mortensen hevur undir skrivað ein nýggjan sáttmála, og fyrireikingarnar til kappingarár 2024 eru væl ígongd.

Saman standa vit sterk!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.