17/10/2024

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!

NSÍ var sett á stovn sunnudagin tann 24. mars í 1957, tá kvinnur og menn í Heiðunum og her á leiðini tóku seg saman at stovna ítróttarfelag.

Ein av hesum var unga Jastrid á Roykheyggi, sum var vald í fyrstu nevndina og eisini vald til fyrsta skrivara í felagnum.

Jastrid var ein góður skrivari og legði nógva orku í hetta arbeiðið.

Tað var serlig hondbólturin, sum hevði áhugan hjá Jastrid og spældi hon við Tjaldur í fleiri ár, har hennara partur ikki lá eftir.

Í 2017 –vá 60 ára føðingardegnum hjá NSÍ – var Jastrid kosin heiðurslimur í felagnum. Hetta var henni væl uppiborið og hetta gleddi eisini Jastrid.

Nú er Jastrid farin, men  felagið fer altíð at minnast hana, sum ein av stovnarunum av NSÍ og eisini fyri ta tíð hon var virkin í ítróttinum, serliga hondbóltinum.

Æra veri minnið um Jastrid á Roykheyggi.

NSÍ Runavík FC

 

 

 

 

No items found.
1.8.24

Verjuskansin takkar fyri seg

Oddur Højgaard takkar fyri seg í NSÍ.
30.7.24

Billa og Elin við WU15 landsliðnum til Baltic Cup

Føroyska WU15 landsliðið fer til Baltic Cup
28.7.24

23-ára gamal dani til NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við Rasmus Plauborg.
10.7.24

Nýggjur svenskur miðverji til NSÍ

30 ára gamal miðverji til NSÍ
9.7.24

Nýggjur miðvallari til NSÍ

25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá Varberg BoIS
4.7.24

Skriv frá ítróttarstjóranum

Skriv í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024.
2.7.24

Kunningarskriv frá starvsnevndini í NSÍ

Í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ
30.6.24

Grein úr Vespuni 28.06

Grein skriva av Tórbjørn Jacobsen
27.6.24

Kunning: Parkering NSÍ - KÍ

Pakering samband við dystin fríggjakvøldi.