16/4/2025

Listaverk Í hópatali við Løkin

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar.

Listaverk í hópatali við Løkin

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. Aftur í ár skipa NSÍ Stuðlar fyri framsýningini, og eisini hesaferð eru fleiri av okkara fremstu listafólkum við.

Í fjør tóku NSÍ Stuðlar stig til at skipa fyri listaframsýning í Runavík. Tað er ikki nakað nýtt tiltak sum so, tí í mong harrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir.

Tá var tað Lions Club Eysturoy, sum í meira enn 30 ár skipaði fyri, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið – til nú.

NSÍ Stuðlar hava nú tikið táttin uppaftur, og báðar páskadagarnar kann listaframsýningin síggjast í Skúlanum við Løkin frá klokkan 14 til 20.

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram omafyri 100 listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Kári Svenson, Anna Mohr, Hilmar J. Højgaard, Livar Nysted og fleiri onnur.

Í ár verður tað býráðslimurin Petur Hansen, ið fer at seta framsýningina, og tað verður klokkan 14.30 páskadag klokkan 14. Talan er um eina søluframsýning, so her er eitt gott høvi hjá fólki at ogna sær góða list.

Atgongumerkið er samstundis lutaseðil, so ein heppin vitjandi kann við bara 50 krónum sum innsatsi vinna ein málning. Eisini fæst ein drekkamunnur til keyps og okkurt gott afturvið.

No items found.
14.2.25

NSÍ FER Í HUMMEL!

NSÍ hevur gjørt eina klædnaavtalu við Berglon.
12.2.25

LARS MARKMANSRUD OG NSÍ 2025!!

Verjukendi norðmaðurin kemur at spæla við NSÍ í 2025.
9.2.25

HASSOU DIABY NDIAYE OG NSÍ SKRIVAÐ UNDIR SÁTTMÁLA

Diaby skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri 2025
7.2.25

EMIL WEIHE JOENSEN GULUR 2025 OG 2026

Emil Weihe Joensen hevur í dag undirskrivað 2 ára sáttmála við NSÍ.
2.2.25

AÐALFUNDUR

Lýst verður fyri aðalfundi felagsins
2.2.25

MARKUS KLEIN DANIELSEN UNDIRSKRIVAÐ 2 ÁRA SÁTTMÁLA VIÐ NSÍ

Ungi Markus Klein Danielsen hevur knýtt seg til NSÍ komandi 2 árini.
24.1.25

KEND ANDLIT AT VENJA UNGDÓMIN

Ungdómsvenjarar settir at taka sær av ungdómsliðunum fyri dreingir
4.1.25

Brandur til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir ein 3 ára sáttmála við NSÍ
1.1.25

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!