29/1/2024

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.

Konrad Gustafsson kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro Syrianska IF.

Konrad hevur vant við NSÍ í eina viku, og nú eru partarnir samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad kemur at umboða NSÍ.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir Konrad soleiðis:

‘Konrad er ein miðvallari, ið hevur sína styrki í verjuspælinum, har hann er sterkur í nærdystum. Hann hevur eitt gott yvirblikk í spælinum og so er hann fysiskt væl fyri. Í álopsspælinum er Konrad sterkur á bóltinum, og hann er góður bæði í smáspælinum og til tær langu avleveringarnar’.

Jens Wedeborg sigur eisini við heimasíðuna, at Konrad er ein nærlagdur leikari, ið hevur eitt høgt støði til hvørja venjing. Hetta kemur at styrkja um hópin.

Hjartaliga vælkomin til Runavíkar.

Saman standa vit sterk!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.