26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
Konrad Gustafsson kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro Syrianska IF.
Konrad hevur vant við NSÍ í eina viku, og nú eru partarnir samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad kemur at umboða NSÍ.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir Konrad soleiðis:
‘Konrad er ein miðvallari, ið hevur sína styrki í verjuspælinum, har hann er sterkur í nærdystum. Hann hevur eitt gott yvirblikk í spælinum og so er hann fysiskt væl fyri. Í álopsspælinum er Konrad sterkur á bóltinum, og hann er góður bæði í smáspælinum og til tær langu avleveringarnar’.
Jens Wedeborg sigur eisini við heimasíðuna, at Konrad er ein nærlagdur leikari, ið hevur eitt høgt støði til hvørja venjing. Hetta kemur at styrkja um hópin.
Hjartaliga vælkomin til Runavíkar.
Saman standa vit sterk!