Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.
Í HB hevði hon Allan Dybczak sum venjara, og vunnu tey i 2019 steypakappingina hjá kvinnum. Sigast kann, at bæði okkara Heidi og Sara eisini leiktu á hesum sama liði.
Julia Naomi hevur leika 72 dystir í Betri deilduni, og skorða heili 41 mál. Hagtøl frá faroesoccer.
Í 2021 flutti hon til Danmark at lesa, og byrjaði hon at leika við AGF. Í ár hevur hon spælt við AaB, sum fastur leikari á miðjuni. Eisini umboðar Julia Naomi okkara A-landslið.
Nú hevur hon valt at flyta heim til Føroyar aftur, og hevur hon valt at leika við NSÍ. Hetta eru vit sera fegin um.
Vit ynskja Juliu Naomi hjartaliga vælkomnari til Løkin.
Saman standa vit sterk!