Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
FSF skrivar:
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal til Spania at spæla tveir venjingardystir
Í døgunum 16. til 22. september fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni.
Fríggjadagin 18. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Skotland, og mánadagin 21. september skulu okkara dreingir møta vinnarinum av dystinum millum Indonesia og Sveis.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U16-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir.
Millum teir 18 úttiknu, er NSÍ´arin Jóel Tróndargjógv.
Vit ynskja Jóel Tróndargjógv tillukku við úttøkuni, og ynskja honum og hinum í hópinum bestu eydnu við komandi uppgávum!