13/12/2023

Jasper Van Der Heyden verður gulur!

28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin hevur júst skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.

NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir.

Jasper er upprunaliga úr Belgien, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.  

Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika og so er hann hartil málfarligur.

Vit á heimasíðuni eru sera spent, nú hópurin byrjar at taka skap. NSÍ-leiðslan heldur síni kort tætt at kroppinum, so vit mugu bara bíða í spenningi fyri at vita, um fleiri leikarar eru á veg.

Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.

Hjartaliga vælkomin í gult.

Saman standa vit sterk!

No items found.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.