15/11/2024

Innkalling til eykaaðalfund 26. novembur 2024

Eykaaðalfundur verður 26.novembur í NSÍ-hølinum

Starvsnevndin kallar við hesum til eykaaðalfundar hjá NSÍ 26. novembur 2024, klokkan 19.00 í NSÍ-hølinum.

Skrá:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Broyting av viðtøkum felagsins

Uppskot til nýggjar viðtøkur liggja til hoyringar á www.nsi.fo.

§ 13 í galdandi viðtøkum felagsins ásetur fylgjandi um viðtøkubroytingar:

Á aðalfundinum verða vanlig mál avgjørd við vanligum meiriluta.
Til at samtykkja avgerðir um broytingar av lógum felagsins ella avtøku av felagnum krevst, at í minsta lagi helmingurin av limum felagsins eru møttir á aðalfundinum.
Harumframt skulu 2/3 av teimum limum, ið møttir eru greiða atkvøðu fyri uppskotinum.
Um ikki helmingurin av limum felagsins eru møttir verður nýggjur aðalfundur lýstur á vanligan hátt og á honum verða hesi uppskot samtykt um 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.

Møta minni enn helmingurin av limum felagsins til eykaaðalfundin 26. novembur 2024, verður fundurin niðurlagdur og nýggjur fundur hildin beinanvegin, har einasta evni á skrá er broyting av viðtøkum felagsins.”

No items found.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.