30/6/2024

Grein úr Vespuni 28.06

Grein skriva av Tórbjørn Jacobsen

Samvitskubit

 

tórbjørn jacobsen

 

Menn og kvinnur sita í hesum døgum í føroyskum stovum, krøkt í lenistólum, og lata seg tøla av monnum, sum spela eftir einum íblástum leðurpetti á ymsum leikvøllum inni á europeiska meginlandinum – í Týsklandi. Leikurin er gamal, og í eldri tíð leiktu eisini norðbúgvar bóltleik. Ofta vóru skallabeinini á deyðum fólki brúkt sum bóltar, og var tað upprunin til orðið knattspyrna, sum framvegis er til í íslendska málinum. Millum ælini bakar sólin - trø, blómur og gras vaksa - men ongin leggur í floruna, ikki so frægt at vit ansa henni, í hvussu er ikki so leingi sum menn renna á skíggjunum, og lítið mætari er skilið um vikuskiftini, tá ið bólturin leikar ferðmikil á føroyskum vøllum.

 

Fyri stórt hundrað árum síðan tóku fraklendingar stig til at stovna FIFA. Hetta hendi í París hin 21. mai í 1904. Umframt so mangt annað hevði hetta tað við sær, at leikt var um heimsmeistaraheitið í latínamerikanska landinum Uruguai í 1930. Vertstjóðin vann ta ferðina og aftur í 1950.

 

Sum vera man var seinra heimskríggj atvoldin til nógva órógv kring um knøttin. Eitt var heljarrokið tey árini stríðið vardi, men eftir tað fór so nógv annað úr tí spónalagi tað hevði verið í. Europa hevði verið snúningsásin, hevði sitið á koloni´unum í triðja heiminum, og eftir at ein bylgja av frælsisrørslum tóku valdið í hjálondunum, gjørdist heimskortið viðvíkjandi fótbólti eitt heilt annað enn tað sum hevði verið frammanundan, sum t.d. táið FIFA varð sett á stovn.

 

Eitt úrslit av hesum var, at UEFA varð sett á stovn í 1954 – eina hálva øld eftir stovnanina av FIFA. Hóast hildið var ógviliga fast við, at politikkur og ítróttur á ongan hátt máttu koma í trol, so var stovnanin ein partur av ætlanini um at fáa eitt frægari gongulag millum londini á hesum gamla kontinentinum. Kallað var inn til fund í Landstingssalinum á Christiansborg miðskeiðis í 1957. Har brast fyri nevi, og á fundum, meðan leikt var um heimsmeistaraheitið í Svítjóð í 1958, lá tað í kortunum, at londini í Europu skuldu fara undir at spæla um eitt europameistaraheiti. Fyrstu finaludystirnir vóru í París í 1960, og í finaluni vann Sovjetsamveldið ímóti politiska arvafíggindanum Jugoslavia. Ein væl leikt finala, skrivaði franska avísin L´Equipe, málmanslegendan Lev Jasjin vardimálið hjá Sovjet, og í dag eru hesi bæði londini ikki til á heimskortinum, soleiðis broytist so mangt á mansins ævi.

 

Nú verður spakuliga sorterað burturúr á týskum leikvøllum, korn verður skilt frá dumbu, og ymiskt er sum tað vignast, men eitt ber til at staðfesta eftir hesar fyrstu dagarnar, og tað er, at tjóðin, sum vit bastu í Landskrona í 1990, Eysturríki, nú er ímillum tey frægu landsliðini, meðan vit við ferð nærkast botninum í heimselevatorskaktini - hvat ið tæri og dygd viðvíkur.

 

Vit síggjarar kunnu staðfesta, at menn eru væl fyri, sum maskinur renna teir sum onki við fullari ferð í 90 minuttir og meiri enn tað, málini koma fyri tað mesta frá langskotum og úr deyðbóltsstøðum, og man situr við einari kenslu av, at kreatørarnir eru farnir at fækkast. Verjurnar eru sum betongmúrar, vøddarnir standa til at bresta av megi, men snildið, sum fyrr kundi avgera ein dyst, sæst ikki so nógv av longur. Saknur er í leikarum sum Cruyff, Beckenbauer, Breitner, Hagi, Iniesta, Gullit, Scholes, Best, Overath, Netzer, Blokhin, Stoichkov, Platini, Maldini, DelPiero, Laudrup o.s.fr.

 

2. mai í ár vóru tað júst 40 ársíðan eg saman við manningini sat á lektaranum á De Kuip í Rotterdam. Eitt hav av fólki hevði leitað sær til risastóra stadion, nú steypafinalan millum Feyenoord og Fortuna Sittard skuldi leikast. Seinasti dysturin sum Cruyff spældi yvirhøvur á yrkisleiðini, - kanska besti leikarin í heiminum nakrantíð. Ajax hevði vrakað hann fyri aldur árið fyri, og hetta árið vann hann greipuna við arvafíggindanum í Rotterdam. Gullit spældi á vinstra veingi. Nakað frammi í dystinum sendi Cruyff eina sending yvir 40 metrar inn í brotsteigin, har tannáringurin Gullit fær tamarhald á honum, leggur hann inn til Houtman, sum skoraði einasta málið í dystinum. Hesir regisørarnir, sum gjørdu fótbóltin til eitt slag av list, eru farnir at fækkast, og lítið sæst til teir í Týsklandi í hesum døgum.

 

Føroyar leiktu seg ikki fram til endaspælið, men harfyri livir fótbólturin sítt fríska lív á klettunum, ikki minst í Runavíkar kommunu, sum er umboðað við 20% av liðunum í bestu deildini, hóast vit bert umboða 8% av fólkinum í landinum. Bæði Skála og NSÍ hava avrikað betri enn tey flestu høvdu væntað av uppflytarunum, og nú NSÍ á heimavølli skal dystast ímóti føroyameistaranum í fjør, KÍ, eru útlitini fyri einum sigri betri enn sjáldan, nú liðini syftast um at vera no. 3 og 4 í Betri-deildini.

 

Áður havi eg sagt, at NSÍ skal miða eftir at gerast no. 4 í ár, no. 3 í 2025, no. 2 í 2026 og føroyameistari í2027. Árið, - tá ið felagið fyllir 70 ár.

 

Onkur heldur helst, at vit brúka ríkiliga nógva tíð til fótbóltin í hesum døgum, onkur fær kanska samvitskubit av hesum, ov nógv liggur á láni og í órøkt hesar dagarnar av tí sama, men sama ger, ein sigur í kvøld við Løkin kann vera ein løgasteinur á leiðini fram á evstatindin. Leggið nú alt tað í verkið sum tit megna hesa løtuna, til fragdar fyri tykkum sjálvar og okkum, sum aksla okkara skinn við tykkum.

 

 

 

 

No items found.
17.10.24

Minningarorð

Jastridá Roykheyggi – ein av stovnarunum av NSÍ – er farin!
4.10.24

Seyðaseðilin trektur

Tú kanst nú síggja, um tú hevur vunnið.
4.9.24

Jóel Tróndargjógv við U16 landsliðnum

Millum teir 18 leikarnir, sum eru úttiknir, er Jóel Tróndargjógv.
26.8.24

Landsliðsboð til Beinir, Klæmint og Petur

Í dag varð A-landsliðið og U21-landsliðið úttikið
26.8.24

Benadiktus Olsen og Tróndur Sjúrðarson á U17 landsliðnum

Tveir NSÍ´arar á U17 landsliðnum hjá dreingjum
23.8.24

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram næsta ár

Venjaratoymið heldur fram
21.8.24

Betuel Hansen gulur 2025, 2026 og 2027!!

Betuel Hansen 3 ár afturat
15.8.24

Beinir Nolsøe nýggjan sáttmála

Beinir Nolsøe nýggjan 2-ára sáttmála
1.8.24

Verjuskansin takkar fyri seg

Oddur Højgaard takkar fyri seg í NSÍ.