1/1/2025

Fabian Ness til NSÍ!!

25 ára gamli Fabian Ness verður at síggja við Løkin í 2025!

25 ára gamli normaðurin Fabian Ness hevur í kvøld skriva undir sáttmála við NSÍ.

Hann kom til B36 í fjør summar og spældi 13 dystir fyri árstalsfelagið, men nú fer hann í gulu blusuna í Runavíkini og er klárur at koma í gongd við kappingarárið 2025.

Fabian hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei. Fabian hevur røkt plássið sum vinstri bakkur og kemur sostatt til felagið fyri at styrkja um hettar plássið.

Fabian hevur sínar styrkir bæði í tí defensiva spælinum, men samstundis ikki smæðin fyri at koma framvið og luttaka í tí offensiva spælinum.

Hann kemur til Føroyar í vikuni og verður at síggja á vøllinum við Løkin í næstu viku, tá allir møta inn aftur til venjing.

Vit ynskja Fabian hjartaliga vælkomnan til NSÍ!

Saman standa vit sterk.

Keldur: faroesoccer og transfermarkt

Mynd IK Start

No items found.
8.1.24

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.
23.12.23

Julia Naomi Mortensen við NSÍ komandi kappingarár

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.
22.12.23

Landsliðsleikari heldur fram

Sara Samson Lamhauge verður aftur at síggja í gulum kappingarárinum 2024.
19.12.23

Asbjørn Tungá verður í venjaratoyminum

40-ára gamli klaksvíksingur, Asbjørn Tungá, kemur í kappingarárinum 2024 at vera hjálparvenjari hjá besta mansliðnum.
13.12.23

Jasper Van Der Heyden verður gulur!

28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin hevur júst skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.
7.12.23

Natalia Dansdóttir Olsen verður at síggja í gulum í 2024

Natalia Dansdóttir Olsen, ið hevur umboðað EBS/Skála verður komandi kappingarár at síggja í gulum.
5.12.23

Svenski Adi Terzic til NSÍ!

Fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic hevur júst skrivað undir við NSÍ!
4.12.23

Málverjar halda fram

Málverjarnir hjá betri kvinnum halda fram í kappingarárinum 2024.
3.12.23

Mórits Heini Mortensen er gulur

24-ára gamli miðvallaleikarin, Mórits Heini Mortensen, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið NSÍ.