27/2/2024

Borg stórstuðul hjá NSÍ

Stóra fyritøkan við heimstaði í Runavík hevur skrivað undir nýggja avtalu við NSÍ. Hetta merkir, at Borg framyvir verður ein av stórstuðlunum hjá NSÍ.

Stóra fyritøkan við heimstaði í Runavík hevur skrivað undir nýggja avtalu við NSÍ. Hetta merkir, at Borg framyvir verður ein av stórstuðlunum hjá NSÍ.

Borg er í dag heildarveitari innan byggivinnuna, við deildum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn.

Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri NSÍ, at felagið hevur góðar stuðlar. Borg er ein av hesum stóru stuðlunum, ið gera tað møguligt at fáa NSÍ aftur, at felagið hoyrir heima.

’Sum tit hava sæð seinastu vikurnar, so ynskja vit at styrkja hópin, soleiðis at vit næstu árini aftur eru kappingarfør í bestu deildini. Avtalan við Borg er eitt týðandi fet í hesi tilgongdini’, sigur Andrias Lamhauge, næstformaður í starvsnevndini hjá NSÍ.

Eigarin av Borg, Rodmundur Nielsen, sigur við heimasíðuna, at hann fegnast um avtaluna við NSÍ.

’Borg ynskir at vera við til at fáa felagið aftur á eina sunna málrættaða kós, har bæði úrslit og trivnaður eru í hásæti. NSÍ hevur stóran týdning í økinum, og vit fegnast um at vera ein viðleikari hjá felagnum’, sigur Rodmundur Nielsen.

NSÍ vil takka Borg fyri frálíka samstarvið.

Saman standa vit sterk!

No items found.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.