Ungi evnaríki Benadiktus hevur undirskriva sáttmála við NSÍ!
Tað er nógv at frøðast um, tá okkara egnu koma upp í gjøgnum ungdómsrekkjurnar og gerast partur av besta liðnum. 16 ára gamli glyvramaðurin byrjaði í 2024 at venja við besta liðnum hjá NSÍ, har hann ikki smæðist ikki burtur og hevur sanniliga víst hvør dugur er í honum. Hann hevur gjørt tað so mikið gott, at hann nú verður fastur partur av hópinum hjá besta liðnum, soleiðis at hann kann mennast víðari.
At síggja NSÍ’arar á landsliðnum er nakað, sum vit øll kunnu frøðast um, har Diktus hevur luttikið til kappingar bæði við U16 og U17 hjá Føroyum.
Diktus kann við góðum skili, bóltførleika og stríðsvilja, røkja fleiri av teimum framrættaðu plássunum.
Vit gleða okkum at síggja Diktus í dysti fyri besta liðið hjá NSÍ.
Saman standa vit sterk!!