Keyp árskort og stuðla NSÍ

Nú kappingin hjá Betri deildini byrjar aftur uttan áskoðarar, so kemur hettar sjálvandi at merkja minnið inntøkur til felagið. Ongar inntøkur fyri atgongumerkja sølu, kaffisølu og lutaseðlar í samband við heimadystir. Tí fara vit at bjóða øllum NSÍ viðhaldsfólki møguleikan at keypa árskort fyri at stuðla felaginum. Árskortið kann keypast Bókabúðini, og kostar tað 1000,-. Her hava so øll møguleika at framhaldandi stuðla felaginum, nú felagið missir stóran part av inntøkunum. Seinni í ár fara vit so at trekkja lut ímillum øll seld árskort, og kann onkur tá verða so heppin at vinna eina NSÍ-Blusu nr 10 (Klæmint A Olsen) við undirskrift á, umframt tvey atgongumerkið til ársveitsluna hjá NSÍ. Øll sum longu hava keypt árskort eru eisini við í hesum lutakastinum.

Vit vóna at tað verða fleiri sum ynskja at stuðla NSÍ á hendan hátt. Árskortið er til sølu í Bókabúðini, og kostar 1000,- Vit vóna at vit skjótt bjóða tykkum øllum til dyst aftur við Løkin at stuðla okkara monnum.

 

Saman standa vit sterk, hóast við halda frástøðu. Vit eru øll NSÍ!

Líknandi tíðindi