Arbeitt verður við heimasíðuni
Haldið okkum til góðar. Arbeitt verður við heimasíðuni í løtuni. Eitthvørt var áfatt við gomlu síðuni. Síðan hevur tí broytt snið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gamla tilfarið yvir og at tillaga sniðið.
Haldið okkum til góðar. Arbeitt verður við heimasíðuni í løtuni. Eitthvørt var áfatt við gomlu síðuni. Síðan hevur tí broytt snið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gamla tilfarið yvir og at tillaga sniðið.
NSÍ hevði aðalfund hóskvøldið. Umframt frágreiðingar frá starvsnevnd og ungdómsnevnd var nevndarval á skránni. Í starvsnevndina komu Ragnhild Knudsen og Jóna Kristiansen fyri Bjarka á Gerðisbakka og Gudny Nielsen. Kinna Olsen og Bjarki á Gerðisbakka eru nývaldir tiltakslimir. Starvsnevndin skipaði seg eftir fundin. Sølvi Reinert Hansen heldur fram sum formaður. Árni Midjord er nú næstformaður….
NSÍ hevur í dag stillað Trygva Mortensen upp til nevndarvalið í Fótbóltssambandi Føroya, sum verður á aðalfundinum 26. februar 2011. Trygvi hevur verið virkin innan fótbólt alt sítt lív, sum leikari, og seinnu árini sum venjari hjá ymsum feløgum. Vit ynskja Trygva eitt gott val tann 26.
Kjartan Jacobsen tók nakrar myndir á NSÍ-veitsluni 2010. [nggallery id=117]
Týsdagin 12. oktober andaðiðst Poul Johan Lamhauge 48 ára gamal. Hann var føddur í Runavík 24. august í 1962 Poul Jóhan varð sonur Karlu og Paula (sála) Lamhauge. Poul Johan var Runavíkingur og NSÍ´ari um ein háls, og spældi hann fótbólt við NSÍ síni barna- og ungdómsár. Hann var ein av trúgvu NSÍ´fjepparunum, og hevur…
Formaðurin í NSÌ, Sølvi Reinert Hansen fyllir 40 ár í dag. Sølvi er burturstaddur uttanlanda í arbeiðsørindum, men hann sigur at besta føðingardagsgávan er ein sigur á ÌF mánakvøldið. Vit í NSÌ vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 40 ára degnum og takka tær fyri fyrimyndarligt gott arbeiði og samstarv síðan tú tókst við formannsstarvinum…
Marita Joensen varð í morgun av eini dómsnevnd vald til ársins vespu. Í samband við familjudagin hjá NSÍ í dag hevur ein dómsnevnd burtur úr rúgvuni av stuðlum hjá NSÍ valt ein, ið trúfast hevur møtt til dystir hjá felagnum og stuðlað í við- og mótráki. Valið fall á Maritu Joensen. Hon er m.a. mamma…
Leygardagin 28. august kl. 09.00 verður stórur familjudagur við allskyns tiltøkum á fótbóltsvøllinum í Rúnavík. Vit byrja dagin kl. 09.15 við at gingið verður frá vøllinum við Løkin niðan á Toftavatn har ársins vespa verður avdúkað, og kl. 10.00 verður bjóðað til ókeypis morgunmat við ítróttarhøllina. Kl. 11.00 letur stóra hoppilandið upp, vit fylla…
Fyrr í kvøld varð Eystanstevnan sett. Veðrið var av tí allarfagrasta. Ein karnevalsgonga kom á økið við Býráðsskrivstovuna. Hópurin av ungum fólki vóru í gonguni. Onkur vóru ílatin klæðir, ið líktust teimum í filminum Grease. Onnur vóru í ítróttarbúnum. Nes Sóknar Musikkfelag spældi, og Bárður Kass Nielsen flutti fram røðu. Niðanfyri eru nakrar myndir frá…
Í samband við stóru Gospel konsertina fríggjakvøldið á Eystanstevnu ber til at keypa nýggju vælumtóktu fløguna hjá Sirikit Jacobsen – “Lyftið” – í steðginum.