Betri-liðini | Felagið

19. apríl AB – NSÍ 2 – 3

 

Longu í fyrsta minutti vóru okkara menn í vandamiklum álopi, har Magnus kom í góða støðu, men bólturin støkk inn til málmannin. Eitt groft æl beint undan dystarbyrjan gjørdi, at vøllurin var vátur og menn tóktust darvaðir av hesum og tað viðførdi eisini óvanliga nógvar tekniskar feilir í fyrra hálvleiki.

Í 4. min. er Andy ígjøgnum, men verjan fær beint út til horna. Í 5. min. legði Sjúrður eina góða sending til Klæmint, men bólturin støkk frá honum inn til málverjan. Løtuna aftaná roynir Karl seg við skoti sum rakar verjuleikara og fer út til horna.

AB legði seg á odda í 16 min. Teir fingu eitt fríspark millum miðjuna og sekstan meturin. Løgdu bóltin inn í feltið og umvegis verjuleikara endaði bólturin í høgra borði úti ímóti 16 metrinum. Kristian fór aftaná einum AB leikara, men fekk ikki fatur á bóltinum, sum ístaðin bleiv lagdur innfyri og við nærmaru stong setti Sorin Angel fótin á til 1 – 0.

 

Aftaná málið endaði NSÍ trýst við hornasparki, sum málmaðurin loftar. Í 20. min. høvdu argjamenn aftur vandamikið álop, har bólturin bleiv lagdur innfyri og í aðru atløgu fekk Kristian fatur á bóltinum.  Í 22. min. hevði Andy eitt gott skot, sum málmaðurin fekk fingrarnar á og beindi hann út til horna. Í 23. min. brodera okkara menn seg ígjøgnum AB verjuna. Jann Martin blívur púra leysur við málmanninum, men skotið rakar stongina og út til verjuleikara sum ruddar  burtur. NSÍ heldur á at trýsta. Í 34. min. fáa vit fríspark, sum bleiv gjørt ímóti Klæmint stutt uttanfyri brotsteigin. Árni tekur frísparkið uppum málið.

Í 36. minutti gevur trýstið úrslit. Aftaná gott uppspæl har bólturin ferðaðist úr síðu í síðu, endaði bólturin í høgra borði hjá Jann Martini, sum legði hann flætt tvørturum til Árna, sum langaði hann inn við nærmaru stong í netið og so var støðan 1 – 1.

Í 40. minutti dregur Jann Martin ígjøgnum, men kemur at liggja í so langt til høgru fyri málinum og skotið endar hjá málmanninum. Løtuna aftaná hava argjamenn vandamikið álop, har Kristian fær boksað bóltin burtur.

Sum heild um fyrra hálvleik tóktist verjuparturin ikki serliga sannførandi – nógvar óneyvar sendingar uttan at menn vóru undir trýsti og til tíðir valdu menn at spæla langt, har ein styttri sending hevði verið skilabetri og málgevandi sendingin manglaði ov ofta í álopspartinum.

Stutt inn í seinna hálvleik hevði Sorin vandamikið skot ímóti NSÍ málinum, har bólturin bleiv rættaður av og fór til horna. Í 47. minutti verður fríspark gjørt ímóti Magnusi á teirra hálvu, sum Árni lyfti uppum verjuna, men bólturin endaði hjá málmanninum. Í 54. min. verður fríspark gjørt ímóti Klæmint í vinstra borði. Magnus tekur og málmaðurin boksar burtur. Løtuna aftaná er Andy ígjøgnum í høgru, men verjan fær beint út til horna. Í 56. min. er tað Árni, sum leggur inn til Klæmint, sum ikki fekk veruligt skot á og bólturin endaði hjá málmanninum. Beint aftaná høvdu argjamenn vandamikið skot, sum Jens fekk blokkerað til horna. Í 64. minutti komu argjamenn ígjøgnum, men Jonhard fekk beint bóltin út til horna. Hornasparkið bleiv skallað beint á Kristian. Løtuna aftaná hevur Rógvi Poulsen vandamikið skot, sum Kristian má í fulla longd at taka.

 

Í 69. min. legði AB seg á odda, aftaná gott uppspæl ígjøgnum høgru síðu. Bólturin bleiv spældur tvørturum til Rógva Poulsen, sum langaði hann í netið til 2 -1.

 

Í 73. min. fáa okkara menn brotspark, aftaná at Árni bleiv togaður umkoll í brotsteiginum. Klæmint setti tað trygt í netið og so var aftur javnleikur.

 

Í 75. minutti hava argjamenn skallara beint framvið málinum. Í 76. minutti spælir Jann Martin hegnisliga Árna leysan á vonginum, men málmaður tveitir seg og fær innleggið. Í 81. minutti spælir Karl Jonnhard leysan í høgru síðu. Innleggið kom til Klæmint, sum í góðari støðu skeyt omanfyri. I 83. minutti vinnur Jann Martin, sum spældi ein góðan dyst í dag, sær eitt horna, sum onki spyrst burturúr. Í 87. minutti hava argjamenn fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, sum blívur skotið framvið. Í 88. minutti hava vit bóltin í málinum, men dømt bleiv fyri rangstøðu. Tað var annars Karl sum skeyt eitt skot, sum málmaðurin bjargaði í fyrstu atløgu, men Klæmint fylgdi upp og setti hann inn. Í 94. minutti er Karl ígjøgnum, aftaná gott samanspæl ímillum Jann Martin og Klæmint, men málmaðurin stórbjargar út til horna.

 

Karl legði hornasparkið høgt og væl innfyri málið og handaru megin er  Klæmint  hægstur og stýrir bóltinum í netið til endaliga úrslitið 3 – 2.

 

So skjótt argjamenn góvu bóltin uppaftur bleiv dysturin avblástur.

 

Samanumtikið má man siga, at okkara menn vóru hepnir í dag, men tá man hevur ein minni góðan dag og kortini kann vinna, skal man ikki klaga og okkara stríddust fyri sakini og komu afturíaftur 2 ferðir, aftaná at hava verið aftanfyri og tað er tekin um rættan hugburð – og so skal spælið nokk koma.

 

Næsti dystur er Flaggdagin 25. april ímóti EB/Streymi við Løkin.

 

 

Saman standa vit sterk !

 

AB – NSÍ 2 – 3 (1 – 1)

1 – 0 Sorin Angel 16

1 – 1 Árni Frederiksberg 36

2 – 1 Rógvi Poulsen 69

2 – 2 Klæmint A. Olsen (brotsp.) 73

2 – 3 Klæmint A. Olsen  94

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Sjúrður, Pól Johannus, Jens, Jonnhard, Karl, Magnus (Andrass ’72), Jann Martin, Andy, Árni og Klæmint.

 

 

 

 

 

 

Líknandi tíðindi