Betri-liðini

1,2,3,4,5-NSÍ ER NR 1: ÍF-NSÍ 3-5 (2-1)


Talan var um eina toppupgerð, tá ÍF og NSÍ hittust í Fuglafjørði í kvøld. Undan dystinum lá ÍF á einum fyrsta plássi, meðan NSÍ lá á triðja plássi. Fótbóltslíkindini vóru sera góð, og nógv fólk høvdu leitað sær til fótbóltsdyst í góðveðrinum. Karmarnir um ein góðan dyst vóru tí optimalir, og sannast má, at áskoðararnir fingu góðan valuta fyri ein sera undirhaldandi og spennandi dyst við nógvum málum.

ÍF legði bragdliga fyri. Longu í 2. min. løgdu teir seg á odda. ÍF fer í álop, og bólturin kemur fyri føturnar á Nenad Saric. Hann rekur við bóltinum mitt fyri. NSÍ verjan bakkar og bakkar, og tá Nenad er komin áleið 16 meturin, langar hann til bóltin sum fer heilt upp í handara horn vinstrumegin. Eitt sera flott mál. Nenad var annars sera eyðsýndur í fyrra hálvleiki, og tað var óheppið fyri ÍF, at hann noyddist út við skaða við hálvleikslok.

Tað sá út, sum at leiðslumálið hjá ÍF skapti órógv á okkara leikarar. Teir fyrstu 15 min. var ÍF ruddiliga omaná, og okkara verja var ikki trygg hesa løtuna. ÍF fekk fleiri hornaspørk á rað, og trýstið var stórt á NSÍ málið.

Sum tíðin leið, fekk NSÍ betri tamarhald, og spælið byrjaði at koyra, soleiðis sum vit hava hava sæð tað teir seinastu nógvu dystirnar. Spælt var tolið, frá verju til miðvallarnar og so út á kantarnar og síðani innlegg til áleyparnar.

Tá 30 min. eru spældir, gevur hetta úrslit, tá NSÍ javnar til 1-1. Jann Ingi sendur ein høgan bólt úr høgru inn í ÍF brotsteigin. Bólturin endar hjá Heðin, sum langar til móti ÍF málinum, rakar ein ÍF verjuleikara á vegnum og bólturin støkkur út til Einar, sum er komin framvið. Einar ger eitt lítið trekk inn, mitt fyri og skjýtur síðani bóltin hart og flatt til høgru fyri Jákup í málið. Eitt sera gott mál av Einar.

Útjavnandi málið setti ferð á bæði liðini. Liðini bæði vóru ógvuliga álopssinnaði og skiftust um at skapa fleiri málmøguleikar í hvør sínum enda. Fyri áskoðararnar var hetta sera undirhaldandi og spennandi.

Øssur Dalbúð, sum spældi ein frálíkan dyst fyri ÍF, var allatíðina ein stór hóttan móti okkara miðverjum. Hann vann ofta bóltin sjálvur, og síðan sendi hann góðar vandamiklar sendingar innum okkara miðverju.

Hetta gevur úrslit í 45. min., tá Øssur sjálvur leggur ÍF á odda 2-1. NSÍ verjan liggur dekan ov frammarliga,og Øssur leggur hegnisliga bóltin innum til Nenad. Nenad fer við ferð móti NSÍ málinum, og tá hann er komin á baklinjuna, leggur hann bóltin aftur til Øssur, sum setir bóltin trygt í NSÍ málið. Eitt sera væl  gjøgnumspælt mál.

NSÍ fer stutt eftir í mótálop, og álopið endar við hornasparki. Hornasparkið verður tikið skjótt, og inni í ÍF brotsteiginum fær Klæmint skot á bóltin, sum brestur í tvørtræið og niður, men tíverri skeivu megin málstrikuna.

Samanumtikið var fyrri hálvleikur undirhaldandi og lívligur. ÍF sat á dystinum tað fyrsta korterið, meðan tað, sum eftir var av hálvleikinum, leikaði meiri javnt á við álopskendum fótbólti frá báðum liðunum.

ÍF legði fyri sum eitt ódnarveður við byrjanina av seinna hálvleik og leggur seg á odda 3-1  í 55. min.  Verjan ruddar ikki ordiliga upp, og vælupplagdi Øssur temir bóltin væl og hælar hann síðan til Dánjal á Lakjuni, sum smekkar bóltin í netið, uttan at Gango hevði nakran møguleika at bjargað. Nú sá tað møtumikið út hjá okkara monnum.

NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, var skjótur at taka íkomnu støðuna til eftirtektar. Í 60. min. verða Potemkin og Debes setir inn á vøllin fyri Jann Martin og Klæmint. Hetta vísti seg at vera ein sera skilagóð útskifting.

Innskiftingin skapti størri brodd í NSÍ álopspartinum, og longu í 65. min. takkar Debes fyri og skorar til støðuna 2-3. NSÍ fer í álop, Christian Høgni gerst fríur mitt fyri í ÍF brotsteiginum. Í staðin fyri at skjóta sjálvur lyftir hann hegnisliga bóltin innum ÍF verjuna til ein púra blankan frían Debes, sum ósvitaliga trygt setur bóltin í málið, uttan at Jákup í ÍF málinum hevði nakran møguleika at bjarga.

Málið gav okkara leikarum nýtt mót uppá at herja á fyri at fáa útjavnandi málið. Samstundis sá tað út, sum at ÍF leikararnir vóru uppsettir fyri orku.

Í 75. min. javnar NSÍ til 3-3. NSÍ fær hornaspark úr vinstru síðu, sum Jann Ingi skjýtur innfyri. Bólturin støkkur eitt sindur aftur og fram í ÍF brotsteiginum og endar hjá Jústines, sum árakað 16 meturin langar til, og bólturin rakar vinstru stong og í málið. Frøðin var sum vera man sera stór á NSÍ viðhaldafólkunum, ið eftir at vera afturút 3-1, var støðan brádliga 3-3. Sterkt komið aftur.

Eftir útjavnandi málið hevði ein varhugan av, at ikki alt var liðugt fyri NSÍ viðkomandi. Tað tyktist, sum at okkara leikarar nú veruliga trúðu uppá, at tað var gjørligt at vinna dystin og vóru sinnisliga eisini ordiliga omaná.

Í 80. min. leggur NSÍ seg á odda 4-3. Ein long sending verður send til Potemkin, sum sera hegnisliga temur bóltin, og í sama viðfang setur uppdekkaran fullkomuliga av. Potemkin rekur aftur á baklinjuna, hyggur so upp og leggur bóltin fyri føturnar á Jann Inga, sum takkar fyri og skorar trygt til 4-3.

ÍF kastaði síðan nógv fólk fram fyri at fáa útjavnandi málið. Hetta skapti møguleikar fyri NSÍ í hinum endanum.

Í tíðini, sum dómarin, Eiler Rasmussen, hevur lagt afturat, verður ein bóltur spældir fram til Christian Høgna, sum stutt framman fyri ÍF miðjuna leggur eina avlevering yvir til ein púra frían Potemkin. Ísakaldur driblar Potemkin uttan um Jákup í ÍF málinum og sendir so bóltin í tóma málið til endaligu støðuna 5-3.

Tað er eitt satt bragd av okkara leikarum at vinna 5-3 eftir at vera afturút 3-1, tá hálvur tími er eftir av dystinum. Tað vitnar um eitt vinnaralið, sum stendur saman og hevur trúgv uppá, at tað ber til, tá mótbrekkan tykist tung. Eitt sera flott liðavrik.

Við sætta sigrinum á rað hevur NSÍ flutt seg av aftasta plássi til eitt fyribils fyrsta pláss. FANTASTISKT.

Nógv gott er tí at taka við sær til komandi dyst, sum er heima móti FC Suðuroy 12. juni.

SAMAN STANDA VIT STERK.

Hagtøl: ÍF-NSÍ 3-5 (2-1)

2  min. 1-0 Nenad Saric ÍF

30 min 1-1: Einar T. Hansen NSÍ

45 min 2-1: Øssur Dalbúð ÍF

55 min 3-1: Dánjal á Lakjuni ÍF

65 min 3-2. Debes Danielsen NSÍ

75 min 3-3: Jústines R. Hansen NSÍ

80 min 3-4: Jann Ingi Petersen NSÍ

92 min 3-5: Karoly Potemkin

Liðið: Gango, Johan, Jens, Jonhard, Einar, Jann Ingi (Ólavur 86 min.), Jústines, Jann Martin (Debes 60 min.), Heðin, Klæmint (Potemkin 60 min.), Christian Høgni.
[nggallery id=35]

Líknandi tíðindi