Vit møta EB/Streymi í fjórðingsfinaluni

Eftir sannførandi 0-4 sigurin á FC Suðuroy í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið leygardagin, har Jens (2), Árni og Jákup Andrias skoraðu málini, var stórur spenningur um lutakastið um fjórðingsfinalurnar í 3-2 sendingini í kvøld.

Lutakastið hevði við sær, at vit skulu leika dyst á útivølli móti EB/Streymi sunnudagin 27. apríl.

6 dagar áðrenn, mánadagin 21. apríl, sum er 2. páskadagur, møta vit annars eisini EB/Streymi í Streymnesi í 6. umfari av EFFO-deildini.

EB/Streymur er føroya fremsta steypakappingarlið, men í steypakappingum snýr tað seg um at vinna hvønn dyst, inntil eitt lið stendur eftir sum vinnari. Tí er tað ivaleyst fínasta slag at møta sterku liðunum beinanvegin 🙂

Fjórðingsfinalurnar 27. apríl eru annars hesar:
AB-HB
B68-ÍF
Víkingur-KÍ
EB/Streymur-NSÍ

Líknandi tíðindi