Vit minnast Pidda

Í annaðkvøld kl. 19 verður minningarguðstanæsta fyri Pidda í Glyvra Kirkju.

NSÍ ynskir eisini, at vit minnast Pidda í samband við dystin móti B68 við Løkin í morgin. Sum so nógv her á staðnum hevði Piddi eitt foreldur innanifrá og eitt foreldur uttanifrá. Tí er tað hóskandi, at vit minnast hann júst í hesum dystinum.

Piddi var í sínum uppvøkstri partur av Nes Sóknar Ítróttarfelag, sum tá hevði bæði hondbólt, fótbólt og róður á skránni. Piddi var dugnaligur kappróðrarmaður við Tjaldrinum og seinni Eysturoyingi.

Hann hevði altíð eina rúgvu av góðum hugskotum. Hann sá loysnir heldur enn forðingar – ein ígongdsetari í orðsins rætta týdningi.

Hetta fingu vit eisini at kenna í NSÍ, tá hann var formaður felagsins í 2007 og part av 2008. Málini vóru høg og hugflogið stórt. Og í 2007 rukku vit eisini einasta føroyameistaraheitinum higartil.

Vit øll, sum vara av og eru partur av NSÍ, vilja hervið minnast Pidda og takka honum fyri hansara leiklut í arbeiði felagsins og í samfelagnum her um leiðir.

Friður verið við minninum um Pidda.

Starvsnevndin

Líknandi tíðindi