Betri-liðini

Vinardystur: HB-NSÍ 2-3

Farna leygardag spældi effo-liðið hjá NSÍ vinardyst ímóti HB í Gundadali. Eftir at HB hevði verið á odda tvær ferðir, vann NSÍ at enda 3-2.

Spælt varð tríggjar ferðir 30 minuttir.

Fyrsta hálva tíman hevði HB bóltin meira, tó uttan at skapa teir stóru málmøguleikarnar. Ein verjuvilla gjørdi, at Andrew av Fløtum legði HB á odda 1-0. Í næsta partinum av dystinum fór NSÍ longur fram á vøllin, og javnaðu til 1-1 við máli frá Pól Jóhannus Justinussen. NSÍ kom eisini fram til fleiri málmøguleikar hesa løtuna.

Bæði liðini skiftu nógv út síðstu 30 minuttirnar, og komu fleiri ungir leikarar á vøllin. NSÍ var meira omaná, men tað var enn einaferð Andrew av Fløtum, sum legði HB á odda. NSÍ kom tó inn aftur í dystin, og toppskjúttin í effodeildini, Klæmint A Olsen, javnaði aftaná horna. Eitt korter fyri dystarlok legði Jann Martin Mortensen NSÍ á odda 3-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Ein fínur vinardystur í kuldanum í Havn. Liðini møtast aftur í Runavík 7. februar.

Líknandi tíðindi