Viljormur Davidsen vitjaði ungar NSÍ-dreingir

25-ára gamli Viljormur í Heiðunum Davdisen spælir yrkisfótbólt í Vejle í Danmark. Í gjár vitjaði hann við Løkin í Runavík, har hann gav ungu NSÍ-leikarunum íblástur.

Viljormur hevði eina framløgu fyri okkara U16 & U18-leikarum. Hann fortaldi teimum millum annað, hvat skal til fyri at gerast yrkisleikari uttanlands. Viljormur fór sjálvur sum bara 15-ára gamal til Odense at spæla fyri OB. Hann hevur eisini spælt við FC Fyn, FC Fredericia og FC Jerv (Norra). Síðani 2013 hevur hann spælt við Vejle, har hann eisini er varaliðskipari.

Hóast hann flutti av landinum sum 15-ára gamal, so hevur Viljormur umboðað NSÍ í vaksnamannafótbólti. Tað passaði so væl, at hann um heystið í 2012 kundi hjálpa NSÍ í eini sera truplari tíð. Tá spældi hann tríggjar dystir á einum ungu NSÍ-liði, ið stríddist fyri at yvirliva í bestu deildini. Hetta hevði stóran týdning fyri NSÍ, og tað eru vit takksom fyri.

Í gjár høvdu ungu NSÍ-leikararnir so møguleikan at hoyra um yrkisleiðina hjá Viljormi, eins og teir høvdu møguleikan at spyrja Viljorm um ymiskt. Hetta er góður lærdómur hjá teimum.

Vit eru sera takksom fyri vitjanina, og tað er eingin ivi, at Viljormur er altíð vælkomin at vitja við Løkin – bæði á og uttanfyri vøllin.

 

villy3

villy2

villy

Líknandi tíðindi