Víkingur-NSÍ 3-0

NSÍ tapti 3-0 á Víkingi í Gøtu í kvøld. Finnur Justinussen skoraði øll málini. Hóast endastøðan ljóðar greið, var dysturin tættari enn so.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: Andras, Jónhard, Jens, Einar, Monrad, Andy, Haraldur, Magnus, Árni, Jann Martin og Klæmint.

Líkindini vóru góð í Gøtu. Tó skuldu leikararnir venja seg við, at bólturin ferðaist skjótt eftir váta vøllinum.

Víkingur hevði alt spælið fyrstu løtuna. Man mátti telja leikararnar fleiri ferðir, tí tað virkaði, sum vóru fleiri ljósabláir á vøllinum enn gul/svartir. Teir bláu vóru grammari og pressaðu okkara menn í botn. Tíbetur høvdu teir ikki teir heilt stóru kjansirnar.

Aftaná einar 20 minuttir byrjaði tó at brenna á. Víkingarnir høvdu fínstillað kanónirnar, og megnaði Finnur Justinussen at stýra einum bólti í málið eftir innleggi úr okkara høgru síðu í 26 minutti. 1-0.

Fram til hesa løtuna høvdu vit trupult við at fáa nakað spæl at rigga. Einstøk skjótálop vóru tó.

Í 29. minutti varð Sjúrður skiftur inn fyri Andy, og var hetta nokk ein roynd at fáa betur tak á miðjuna. Árni fór yvir á høgra kant, Jann Martin á vinstra og Sjúrður mitt á miðjuna.

Vit komu betur við. Víkingar løgdu seg kanska eitt sindur longur aftur, nú teir høvdu skorað. Men í øllum førum fingu vit fleiri hornaspørk, umframt eitt fríspark í góðari støðu, sum Einar var nær við at lirka í málið.

Hálvleiksstøðan 1-0 var ok. Víkingar høvdu brúkt nógva orku og høvdu havt nógv press, men førdu bara við einum máli.

NSÍ legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki og hevði eini 4 hornaspørk teir fyrstu 5 minuttirnar. Víkingarnir lúrdu tó eftir kontramøguleikum. Árni sendi eitt gott skot móti trýkantinum, sum Geza tó tók. Sum heild var Geza Víkingum sera góður í kvøld. Serliga Magnus kom ferð eftir ferð í skotstøðu, men Geza vísti seg altíð at hava tamarhald á støðuni.

NSÍ vísti fleiri ferðir hesa løtuna góða og vakra álopsspælið, sum er gott fyri eygað, men sum ikki altíð gevur úrslit í síðsta enda.

Í staðin skoraði Finnur til 2-0 í 62. minutti úr høgru síðu eftir kontraálop. Hetta var sum at fáa vátan vøtt, men arbeiddu okkara spælarar víðari við góðum treysti. Magnus og Jann Martin send skot dygst framvið, og Per, sum var komin inn fyri Monrad, var nær við at høvda bóltin í mál eftir horna.

Manglandi neyvleikin frammanfyri málinum gav at býta í 77. minutti, tá Finnur skoraði til 3-0 eftir skjótálop.

NSÍ royndi seinastu løtuna at fáa okkurt burturúr dystinum, men inn vildi bólturin ikki. Móti dystarenda kom Meinhard inn fyri Harald.

Víkingar vann í dag við einum stríðsinnsatsi, meðan okkara menn vóru ov óskarpir frammanfyri málinum.

Sunnudagin um eina góða viku taka vit móti B36 við Løkin.

Víkingur-NSÍ 3-0
1-0 Finnur Justinussen
2-0 Finnur Justinussen
3-0 Finnnur Justinussen

NSÍ: Andras, Jónhard, Jens, Einar, Monrad (Per), Andy (Sjúrður), Haraldur (Meinhard), Magnus, Árni, Jann Martin og Klæmint

Líknandi tíðindi