Viðtøkur til hoyringar

Hesar viðtøkur er lagdar til hoyringar

§ 1 - Navn, litir og heimstaður
Navn felagsins er NSÍ Runavík FC. Litir felagsins eru gulir og svartir. Heimstaður felagsins er Runavíkar kommuna.

§ 2 - Endamál
Endamál felagsins er at virka til frama fyri fótbólti í Runavíkar kommunu.

§ 3 - Limaskapur og limagjald
Øll kunnu gerast limir í NSÍ Runavík FC. Áhugaði kunnu gerast hvílandi limir.

Íðkandi limir skulu verða limir í felagnum.

Limagjaldið verður ásett av starvsnevndini. Limagjaldið kann vera ymiskt fyri ymisku limabólkarnar.

Starvsnevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur ella reglur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.

Limur, sum hevur meira enn 1 ára eftirstøðu, hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundi og hevur ei heldur atgongd til tiltøk, ið verða skipað fyri limir felagsins.

Limir felagsins hava skyldu til at halda viðtøkur, reglur og mannagongdir, sum eru samtyktar av starvsnevnd og/ella aðalfundi felagsins.

§ 4 - Heiðurslimir
Starvsnevndin avgerð hvør og hvørji gerast heiðurslimir í felagnum. Heiðursbræv verður útflýggjað í hesum sambandi.

Heiðurslimir hava ókeypis atgongd til øll tiltøk, ið felagið skipar fyri.

§ 5 - Aðalfundir
Aðalfundurin, sum verður hildin á heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin, áðrenn februar mánaður er úti.

Starvsnevndin kallar inn til aðal- og eykaaðalfundar á heimasíðu felagsins við í minsta lagi 14 daga varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og -skrá.

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.

Uppskot til val av starvsnevndarlimum skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin.

Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:


a) Val av fundarstjóra og fundarskrivara
b) Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
c) Framløga av grannskoðaum roknskapi til góðkenningar
d) Val av starvsnevndarlimum og tiltakslimum
e) Møgulig uppskot frá starvsnevndini
f) Innkomin mál
g) Ymiskt

Fundarstjórin stjórnar aðalfundinum og skipar fyri at førd verður gerðabók.

Atkvøðugreiðslur á aðalfundi verða avgreiddar við vanligum meiriluta av møttum limum, tó undantikið mál fevnd av §§ 13og 14.

Hvør limur hevur eina atkvøðu, treytað av, at viðkomandi limur ikki er í eftirstøðu við limagjaldi, smb. § 3.

Bert limir, sum hava fylt 16 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er limur, sum er fyltur 18 ár. Hvílandi limir hava møti- og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt.

§ 6 - Eykaaðalfundir
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið starvsnevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið ¼ av limum felagsins krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

§ 7 - Starvsnevndin
Felagið verður stýrt av eini 5-7 manna starvsnevnd. Starvsnevndarlimir verða valdir fyri 2 ár. 2 tiltakslimir verða valdir fyri 1 ár.

Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.

Starvsnevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt ella tá ið 2 nevndarlimir ella formaðurin krevur tað. Starvsnevndin er viðtøkufør, tá ið meiri enn helvtin av nevndarlimunum eru á fundi. Gerðabók verður førd fyri allar nevndarfundir.

Mál í starvsnevndini verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Formansins atkvøða er tó ikki avgerandi, tá nevndin skipar seg aftaná val av starvsnevndarlimum.

§ 8 - Stevnumið
Starvsnevndin er hægsti umsitingarmyndugleiki felagsins og eigur at hava sum stevnumið at stjórna og umsita felagið á skynsamasta hátt sambært viðtøkum felagsins.

§ 9 - Fíggjarviðurkifti
Starvsnevndin hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi.

Allar avtalur, herundir lýsingar- og stuðulsavtalur v.m. við einstaklingar, virkir og feløg, skulu góðkennast av starvsnevndini.

§ 10 - Tekningarreglur
Felagið verður teknað av formanninum saman við einum starvsnevndarlimi ella tveimum starvsnevndarlimum í felag. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

§ 11 - Heftilsi
Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella starvsnevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 12 - Roknskapur
Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desember.

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum av starvsnevndini valdum góðkendum grannskoðara.

§ 13 - Viðtøkubroytingar
At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

§ 14 - Avtøka
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.

Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til óheft ungdómsarbeiði í kommununi eftir avgerð hjá Runavíkar Býráð.

Status:

Nýggjar viðtøkur

Status:
Til hoyringar