|

Venjing og hugni við Løkin

Kavin sær fyribils út til at sleppa takinum, vøllurin er aftur grønur, og hann lovar hampiligt veður mánakvøldið.

Damurnar í Kiosktoyminum boða frá, at í samband við venjingina hjá bæði monnunum og kvinnunum mánakvøldið 23. januar, bjóða tær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hetta er eitt fínt høvið at fáa eitt gott NSÍ prát saman við einum heitum munni, og fáa fyrstu metingarnar gjørdar fyri fótbóltsárið, ið stendur fyri framman.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi